Grein í 07 Vestur leikskráð, 26-07-2009

 


 

Áarførið

Sonni Jacobsen

 

Á degi hin 26. sept. 1963 var størt áarføri í Sørvági, so størt sum menn ikki hava vita um í mannaminni. Stórá fór upp um áarbakkan omanfyri elverkið – tað sum nú er kommunuskrivstova. Betonggarðurin, sum nú er framvið ánnið, var ikki tá. Áin breyt sær nýggja leið oman Gamlaveg og oman millum húsini í Stórustovu og húsini Uppi í Loft og oman gjøgnum Pólsoyruna og oman á fótbóltsvøllin, har hon aftur kom í gomlu leiðina við Konshyl ella niðanvert hann.

 

Fólk í bygdini, sum royndu at bjarga ymsum vatnið tók við sær, gingu í áarstreymi undir miðju í vatni mitt í bygdini, so í nakrar tímar var hetta ein katastrofukend og rættuliga óhugnalig støða. – Tíbetur linkaði harðasti streymurin móti kvøldið.

 

Gamlivegur og vegurin í bygdini fóru heilt illa og vórðu í roynd og veru skolaðir burtur og djúp foyra - áarbekkur  - var í vegnum so hellubotnurin lá berur.

 

Onkur hevur greitt frá, at tey ætlaðu sær heim av Lið at hyggja eftir standinum í bygdini, men ikki var hugsandi, at koma um brúnna um Stóra vegna áarstreymin tann vegin eisini.

 

Sagt verður, at summarið í 1963 hevði verið sera gott og turkur hevði verið leingi. Helst var tað hetta sum gjørdi, at tá tað so fór at regna av grimd í september, so var jørðin so turr og hørð, at hon megnaði ikki at taka ímóti øllum tí nógva regninum, sum tí alt kom at renna oman á jørðini.

 

Læknarúmið, sum tá eins og nú var í niðaru hædd í ovara enda av elverkinum stóð mitt í andglettinum. Áin fossaði framvið har oman Gamlaveg. Fyri at bjarga kostnaðarmiklu útgerðini út hagan, mátti menn spenna línu tvørtur um vegin at halda sær í, meðan vaða varð ímillum at bjarga útgerðini.

 

Elverkið. Læknarúmið, sum tá eins og  nú var í niðaru hædd í ovara enda av elverkinum stóð mitt í andglettinum.

 

 

Úti á Lið - og helst aðrastaðni við – flutu fleiri gil yvir, har tey runnu undir vegunum. Gilið úti í Skákinum – í heimaru Geilini – breyt seg alt upp líka frá Sannetrinu og oman á vegin heimanfyri hjá Urmakaranum. Tað gilið rennur innilokað undir brekkuni, niðan í Skákið, ella Geilina, sum tað eisini verður rópt, tá hetta upprunaliga er gomul neytageil.

 

Var lítil smádrongur tá hetta fór fram. Vit smábørn róptu altíð seinni hesa hending ”Vatnflóðin”; í okkara barnasinni minti hetta mest av øllum um bíbliusøguna um Syndaflóðina á Nóa døgum. Annars hugsi eg ikki at stórvegis skaði stóst á hús av áarførinum og mannskaði var tíbetur eingin, tað havi eg so einki hoyrt um, so tað vóru mest vegirnir, sum tóku skaða. Annars lupu eisini fleiri skriður oman á Bíggjarvegin.

 

Havi seinni hoyrt, at avfallið, sum var óvanliga nógv um alt landið í hesum døgum, var serliga nógv í Vágum og í Suðuroy.

 

Tá áarførið var av fóru menn undir at fáa áir og gil at renna, sum sum tey høvdu gjørt framanundan. Gamlivegur og vegurin í bygdini vórðu uppfyltir aftur og gil og annað, sum farið var, vórðu lagað upp og sett í stand aftur. Hetta man hava tikið stóran part av vetrinum í 1963/64 og enntá helst væl út á várið í 1964. Jóhan á Ørg var arbeiðsformaður hjá kommununi tá, so tað bleiv hansara uppgáva, at standa fyri umvælingararbeiðinum.