Grein í 07 Vestur leikskráð, 08-08-2009

 


 

Fyrstu lærararnir í Vágum

Sonni Jacobsen

 

Fyrsti bygdaskúlalærarin við bygdaskúla í Føroyum var Jørgen Frants Jacobsen f. 1810, ættaður úr Havn. Hann byrjaði í 1829 at hava skúla í Vágum, tó at hann ikki var læraralærdur. Rakul, kona Jørgen Frants, var ættað úr Sandavági. Í 1854 varð skúlaskapurin í Føroyum niðurlagdur, og varð ongin almenn undirvísing í nógv ár. Stutt eftir at einahandilin varð avtikin, í 1856, fór Jørgen Frants at handla í Miðvági og verður tað hansara lívsyrki eftir tað.

 

Jørgen Frants Jacobsen

 

Jørgen Frants var ferðalærari og helt eisini skúla í Sandavági og í Sørvági. Helst hevur mesti skúlaskapur hansara kortini verið í Miðvági. Í fólkateljingini 1834 stendur um eini hús í Sørvági: “Bruges for tiden til omgangsskolehold”. Upplýsingin úr fólkateljingini sigur okkum, at skúlahald er byrjað í Sørvági stutt eftir at skúlahald er byrja í Miðvági. Ætlandi er henda skúlastovan í Sørvági frá u.l. 1832 ella har um.

 


 

Jakob Jakobsen settur lærari

Árini 1854 til 1873 er eingin lærari í Vágum og verða børnini undirvíst heima. Í skjali hjá Vága sóknar kommunu: “Udfyldt Blanket om Lærernes Løn, Ansættelse og fri Bolig” send  Skúlastjórnini hjá amtinum hin 5. desember 1889, stendur soleiðis: “Lærer Jakob Jakobsen, ansat 1. januar 1873. Penge 130 kr., Naturalier 170 kr., Stats Kassen 200 kr., fri Bolig.”

 

200 kr. var fastur árligur stuðul úr Statskassanum til læraralønina, restin eru sjálvbodnar gávur frá íbúgvunum. “Naturalier” er í hesum førinum torv og hoyggj. Prestagjalds kommunan rindaði einki í læraralønum.

 

Jakob Jakobsen

 

Jakob Jakobsen er soleiðis settur áðrenn kommunuskipanin tekur við í Vágum, men eftir at kommunulógin kom í gildið í 1872. Helst eru tað Engelsted prestur, Nielsen sýslumaður og skúlanevndirnar í Miðvági og Sandavági, sum við loyvi frá amtinum, hava sett hann í starv. Skúlanevndir vóru í báðum bygdunum, síggja vit í skjølunum og er prestur formaður í báðum skúlanevndunum tey fyrstu árini.

 

Jakob Jakobsen (1853 – 1932) var ættaður úr Tórshavn, hann fór bert 17 ára gamal á læraraskúla í 1870 og tók prógv í 1872. 1. januar 1873 fær hann starv í Vágum. Hann var lærari annan hvønn dag í Miðvági og Sandavági.

 

Til skúli var bygdur í Miðvági í 1882 helt hann skúla í einum gomlum húsum Niðri á Toft í Miðvági.

 

Í Sandavági helt hann skúla í húsunum hjá Gamla sýslumanni (Jacob Zachariassen), men tá hesi hús vóru tikin til handil av Niels Jakku varð skúlin fluttur í húsini hjá Langa Christiani. Eini rímiliga nýggj hús, smb. skjølunum hjá Vága sóknar kommunu, bygd í 1867 og umbygd til skúla í 1875, og var skúli hildin har til 1896, tá nýggjur skúli varð bygdur í Sandavági.

 

Tá í tíðini var kanska ikki so lætt at  finna fólk, sum høvdu skil fyri fyri roknskapi. Lærararnir Jørgen Frants Jacobsen og Jakob Jakobsen vóru báðir revisorar í fleiri ár hjá Vága prestagjalds kommunu ella Vága sóknar kommunu, sum hon varð rópt tey seinnu árini. Jørgen Frants fyrst og Jakob Jakobsen seinni.