Grein í 07 Vestur leikskráð, 19-08-2009

 

Nótarkast

Fyrri partur

 

Presturin Christian Jensen Djurhuus, sum seinni bleiv próstur í Føroyum, fór í 1750 undir at kasta nót eftir gráseiði á Eystaru- og Vestaruvág í Tórshavn. Tá fólk sóu, hvussu munadyggur hesin háttur at veiða var, tóku tey skjótt eftir. At kasta nót eftir seiði bleiv sum frá leið ein sera góð eykainntøka til húsarhaldið hjá mongum føroyingi. Orðafellini, at eitt ár var “gott seiðaár” ella “ringt seiðaár” siga, hvussu nógvan týdning henda veiða fekk kring oyggjarnar. Kunnleikin til nótarkast hevði Christian Jensen Djurhuus við sær til Føroya úr heimbýi sínum Sæby í Danmark.

 

Nótarkast í Sørvági

Á einum bandi, Sørvágs Bygdarsavn eigur eftir Jóhan á Ørg, Sørvági (1923 – 1995), greiðir hann frá hvussu hann minnist, at teir veiddu seið við nót í Sørvági, tá hann var ungur.

 

At kasta nót var faktist eitt stuttligt arbeiði. Tað fór øll bygdin at kasta nót, tí øll kundu vera við og øll fingu part. Havi hoyrt, at tað var ikki soleiðis allastaðni í Føroyum, summastaðni fingu bara teir part, sum áttu nótina.

    

Tá man fór at kasta nót, var tað upp á tann mátan, at menn við serstøkum evnum til hetta fóru at hyggja eftir seiði. Altíð gingu teir út Miðgøtuna út til Selvíkar. Eg veit bara um tríggjar mans, sum hugdu eftir seiði og sum dugdu at síggja seið og dugdu at skilja hann frá taranum og eisini soleiðis, at man ikki setti tvørtur um ein boga ella um eina tarabrúgv. Teir menninir vóru Dáva Rasmus, Gomlustovu Jákup og Lið Hans. Tá teir høvdu sæð eina torvu, so fór ein maður heim í bygdina og legði til. Og so fóru teir at kasta.

 

Jóhan og pápin Gomlustovu Jákup avmyndaðir einaferð undir krígnum.

 

 

Tað vóru fleiri nótir. Eg minnist at Andrass úti í Stovu átti eina lítla nót. Men tann størsta nótin var Skinnanótin. Har kann eg serliga minnast tríggjar mans, sum vóru høvuðsmenn fyri hesi nótini og røktaðu hana, teir vóru Pól Niklái, Mýru Jógvan og Lofta Jákup. Tann nótin var so stór, at teir máttu brúka áttamannafar at seta hana við. Hetta var sum ein vanlig nót, men var øðrvísi gjørd; hon var gjørd soleiðis, at í miðjuni var nógv net, so hon kundi vera nakað høg har, og so smalkaði hon allan vegin inn eftir, inn til oyruni.

    

Eitt sonevnt oyrað var á hvørju megin á nótini. Har var eitt tjúkt træ, sum hevði eitt tungt bundi at sær í tí niðara endanum. Træið varð bundið inn í grundlínuna á nótini, har sum søkkini vóru og ovari endin á trænum varð bundin í flotlínuna, soleiðis, at stongin stóð upp og niður. Úr stongunum gekk so lína, sum skuldi inn á land.

    

Tá man tók nótina inn, so kveylaðið man altíð línuna niður í botnin á bátinum og so dró man nótina niðuryvir. Ovaru línuna við oyruni gjørdi man altíð klára, tí hon skuldi fara á land áðrenn man byrjaði at seta.

    

Gomlustovu Jákup var tann, sum oftast gekk uppi á Miðgøtuni og segði til. Hann segði, hvar endin skuldi inn og so fór báturin inn har, og altíð gjørdi hann tekin við hondini. Tá hann segði, at man skuldi fara út frá, so koyrdi hann hondina beint út eini tvær ferðir, so róði man út frá. Vildi hann hava, at man fór heim yvir, so tók hann hondina og so snaraði hann við hondini heim yvir, og so róði man soleiðis, ella um tað var útyvir, so snaraði hann hondini út eftir.

    

Tá man skuldi seta nótina, so tók hann báðar hendur og rætti tær beint fram og trýsti tær beint niður eftir. Tá skuldi man byrja at seta. Teir máttu alla tíðina hyggja eftir manninum, sum var uppi á landi. So setti man út og so róði man við nógvari ferð inn mótsettu megin við endanum.

    

Har vóru altíð nógvir mans, tað kundu vera millum 20 og 30 mans á hvørjum endanum, sum drógu. Tað skuldi ganga skjótt fyri seg. Tá ið so nótin kom at landi kundi tað henda, at einki var í, men ofta var nógv í, ofta upp í fleiri bátar. Tá nótin varð drigin inn, legði man bátin til, so hevði man eina ella tvær kurvar at “síla upp við” sum man kallaði tað.

    

Tá nótin varð togað inn ímóti, hildu teir á einum báti í flotini, so tey ikki skuldu fara undur og so varð at síla upp; teir lótu eitt sindur av sjógvi renna úr áðrenn teir koppaðu kurvina inn í bátin. Tá báturin var fullur, fór hann frá og so kom tann næsti til. Og so bleiv síla upp í hann eisini, um nokk var; tað var einki óvanligt, at fáa upp í eini tveir, tríggjar bátar.

    

Eg havi hoyrt, at teir stundum fingu upp í eini 20 bátar. Eg havi so verið við til at fingið upp í eini 5 til 6 bátar, kanska meir onkuntíð.

 

(Framhald...)

 

Skrivað av eftir bandupptøku og sett saman: Sonni Jacobsen.