Grein í 07 Vestur leikskráð, 30-08-2009

Nótarkast

Annar partur

 

Tá veiðan av seiði varð fingin upp í bátarnar varð róð heim á brúnna. Jákup Paulasa brúgv var best egna til at býta á. Hetta var áðrenn nøkur verulig kei varð gjørd í Sørvági, so har vóru bert bátabrúgvar hjá fiskakeyparunum. Man býtti upp á tann mátan, at borið varð úr bátinum við kurv og stoytt í tríggjar rúgvur. Rúgvurnar vórðu allar líka, tí kurvarnar blivu fyltar javnt á tremur allar ferðirnar av seiði. Rúgvurnar kundu vera stórar. Um tað var nógvur seiður, so brúkti man fleiri brýr til at stoyta seiðin á. Tá býtt varð sundur aftur, so fekk nótin ein triðing; tað fingu teir, sum áttu nótina, og býttu so hetta ímillum sín. Teir kundu selja eitt sindur til garn til at bøta nótina við og annað tílíkt. So varð restin býtt til hinar menninar, hvør maður fekk ein part; hevði ein maður bát við, so fekk maðurin og báturin hvør sín part.

    

Var nógvur seiður kundi verða kasta nót dag um dag, um veður var til tað. Tað var ikki altíð teir fingu so nógv. Seiðurin varð brúktur til húsahaldið og at geva kríatúrum. Men mest til húsarhaldið. Man kundi síggja, at báðir skjøldrarnir á húsunum vóru fullir av seiðatrøðum, har seiður varð hondur at visna ella at ræsa. Tað var somikið ímillum seiðatrøðini, at tað vóru eini tríggjar buktir niður eftir, sum gott og væl longdin á greipini og soleiðis hekk tað allan vegin niður eftir húsinum. Var nógv til varð eisini hongt á síðurnar á húsunum. Seiður var eisini etin feskur og livur át man nokkso nógv av. Mær dámdi best visnaðan seið.

    

Sørvágur tíðliga í seinastu øld. Deksbátar og ein lossijakt uttast á vánni. Eingin kei, brúgvarnar hjá fiskakeyparunum hómast inni við land.

 

 

Teimum dámdi best, tá seiðurin frysti, tá hann varð hongdur upp; teir søgdu, at hann varð so mjølvutur og moyrur at eta tá. Pápi segði, at tað var best um seiðurin lá ókruvdur náttina yvir við livrini í, tá setti fitin seg út í seiðin og tað var meira føði í honum. Men tað var minni enn so, at øll gjørdu tað. Tá seiðurin hevði hingið uppi eina tíð, so varð hann buntaður upp og hongdur inn; um ein átti hjall, so varð hann hongdur upp í stórum buntum inni í hjallinum. Um ein ikki átti ein hjall, so varð hann hongdur í kjallaran.

    

Ofta ótu fólk turran seið til døgurða afturvið eplum. Og tað var heilt vanligt í teimum nógvu húsunum, at man át turran seið um kvøldarnar. Man kundi skera hann við knívi ella man kundi banka hann, tað dámdu teimum flestu best. Seiðurin var eitt stórt ískoytið til húsarhaldið, tí pengarnir vóru ógvuliga lítlir.

    

Tað var ikki altíð so hugaligt, at seta seg at kryvja hesar stóru rúgvurnar. Man sá næstan ikki fyri nøkrum enda, tá man byrjaði, men tað mátti verða tikið upp.

    

Sluppu vit dreingir at selja livrina til handilsmenninar, var hugurin betur. Tí tað mesta av livrini varð selt. Vit plagdu at bera livur í spannum at selja. Handilsmenninir stoyttu so livrina upp í tunnur; ikki var tað kortini nógv man fekk fyri hana. Men líkamikið, man varð glaður, um man fekk nøkur fá oyru fyri eina spann av livur, sum man hevði sitið og kruvt, kanska ein heilan seinnapart.

    

Við tað at menn ikki høvdu so nógv at gera um vetrarnar, tí um heystið, tá skipini komu aftur, og teir høvdu fingið torv og epli og annað tílíkt inn, kom ein stillastandur í. Tá kundu teir seta seg at spæla kort og so við eitt vekk, kundu teir finna upp á, at eta turran seið og spik ella turran seið og margarin; hetta var kosturin, fyri tað mesta.

    

Skinnanótin og ein onnur nót fórust undir krígnum, tá “Vesturvarði” varð bumbaður við kei í Sørvági. Bumban fór ígjøgnum gronina á honum og støkk upp á land og niðan ímóti garðinum Úti í horninum, rópt, og rullaði hagan eitt sindur oman og har brast hon tætt við nótahúsið og tað for í luftina og nótirnar við, sum inni vóru.

 

Skrivað av eftir bandupptøku og sett saman: Sonni Jacobsen.

Frásøgn: Jóhan á Ørg u.l. 1987.