Leygardagin 18. august 2007 helt eg niðanfyri endurgivnu hugleiðing, eftir umbøn, í sambandi við at eftirkomararnir eftir Gamla Dáva í Sørvági høvdu ættarstevnu í bygdini. Hugleiðingin varð hildin úti á Sílatanga í Sørvági fyri umleið 100 áhoyrarum.

 

Her er hugleiðingin sum nakað nýtt skrýdd við myndum.

 

Fiskastykkir í Sørvági

Sonni Jacobsen

 

Hugleiðing um tíðina frá seint í 1800-árunum og upp til u.l. 1940.

 

Sørvágur var ein tann størsta útróðrarbygdin í Føroyum. Hon lá væl fyri til fiskarí, bæði norðanfyri og sunnanfyri fjørðin og tað kom nógvur fiskur upp á land. Árini 1900 – 1940 var so gott sum alt fiska við deksbátum. Fiskurin, sum kom upp á land bleiv nærmast allur virkaður til klippfisk. 

 

Fiskurin varð seldur til handilsmann og so keypti ein í handlinum og skrivaði upp í bók, reiður peningur var sjáldan útgoldin. So var avrokna við ávísum millumrúmi og tað kundi meir enn so koma fyri, at tá avtornaði tá stóð útróðrarmaðurin í skuld til handilin, hevur heimildarfólk greitt frá.

 

Sørvágsfjørður u.l. 1920, áðrenn pierurin varð bygdur í 1925. Uttast ein lossijakt og síðan síggjast 22 deksbátar liggja við sínar grundketur. Legg til merkis brúgvarnar til høgru á myndini. Møguliga er tað Gamla Dávasa pakkhús sum hómast á Sílatanga.

 

Fiskastykkir úti á Stongum.

Beint heimanfyri garðarnar heimanfyri Grótholið, ið nú er, vóru fýra fiskastykki. Omanfyri vegin vóru 2 fiskastykki, tey eru partvís til enn.

 

Niðanfyri vegin, beint heimanfyri Konugjógv (sum er burtskotin nú), vóru 2 fiskastykki. Tað uttara var beint heimanfyri neystið sum stóð heimanfyri Konugjógv. Leivdirnar eftir tað eina av hesum stykkjunum sóust framvegis til vegurin varð breiðkaður í 1980-árunum.

 

Longur heimi vóru aftur 2 fiskastykki. Har smiðurin seinni bygdi, var støði hjá Jóan Paula í Gomlustovu og heimast var “Heimastastøði”, sum norðistovumenn brúktu. Tað er til enn og í hampiliga góðum standi.

 

Fiskastykkini nr. 1 og 2 á kortinum eru partvís til enn (ovasti partur av teimum) og størsti partururin av nr. 6, hini eru ikki til longur.

 

Teir sum lótu fiskastykkini gera og brúka vóru fiskakeypararnir og handilsmenninir í bygdini.

 

Hesir handilsmenn høvdu allir síni pakkhús úti á Bakka, t.e. frá Skipáunum og út eftir. Vanligt var at turka fiskin bæði úti á fiskastykkjunum og inni í trukihúsum ella “turkaríum”, sum tey ofta vórðu rópt.

 

Tær standa niðast á “Heimastastøði” úti á Stongum.

 

 

Gamli Dávur

Tó ikki vóru allir handilsmenn sum virkaðu fisk. Um Gamla Dáva ella David Joensen (1830-1911) verður sagt, at hann hevði tann søguliga leiklut, at vera tann maðurin í Vágum – summir siga í øllum Føroyum, sum fyrstur sleit bátsbandið, tað vil siga gjørdi seg leysan frá skyldini at rógva út við bøndrunum. Hann fekk sær egnan bát, sum hann læt byggja í Kvívík haðan hann var ættaður og róði hann út við hesum bátinum úr Sørvági. Stríð stóðst av hesum við bøndurnar í bygdini, men Gamli Dávur, sum á ungum døgum sigst vanliga at verða róptur Hattleysi Dávur, var treiskur og endin varð tann, at hann slapp at hava bátin. Fyri hetta varð Gamli Dávur mettur sum hetja millum vanliga fólki. Sagt verður frá gomlum fólki – javnaldrum hjá honum og yngri, at minnisvarði átti at verið reistur Gamla Dáva fyri hansara mót. Og tað sigur ikki so lítið um tað virðing tey høvdu fyri manninum. Gamli Dávur gekk eisini undan á øðrum økjum. Hann seldi ikki fiskin hann veiddi til handilsmenninar eins og allir hinir gjørdu, men virkaði fiskin sjálvur. Sagt verður, at Gamli Dávur átti eitt lítið fiskahús úti á Sílatanga, á uttara enda tætt við har húsini hjá Hugo Fjøroy standa í dag. Í tí húsinum saltaði hann fiskin hjá sær. Beint heimanfyri har hevði hann eitt fiskastykki, rópt á Kúgsstøð. Hetta fiskastykki hevði hann til egið brúk. Partur av hesum stykkinum sæst enn dygst niðri við fjøruna á Sílatanga.

 

Tað verður annars sagt, at á hesum fiskastykkinum plagdu menn ofta seinni í tíðini at barka segl, t.v.s. teir smeltaðu feitt, ið var bestilt niðri frá, í lýsipottinum og smurdu seglini við hesum fyri at fáa tey at halda betur.

 

Gamli Dávur

 

 

 Annars vóru fleiri brúgvar og pakkhús úti á Bakka. Tey vóru brúkt bæði meðan Gamli Dávur livdi og eftir hansara tíð. Men hesi vóru nakað væl longur úti. Uttanfyri Skipáirnar. Fyri at lýsa tíðina hjá Gamla Dáva og seinni hansara børnum kunnu vit nevna hesi frá heimara enda av, tað heimasta var:

 

Skitsa av økinum úti á Bakka 1900 - 1940, fiskabrúgvar og pakkhús eru merkt við reyðum.

 

Billubrúgv (Christian Olsen – Billu Kristian) við pakkhúsi omanfyri. Turkihús í erva og saltfisk í neðra.

 

Stykki hjá teimum liggur stutt omanfyri Sílatanga, á Rossatrønni, og tað er til tann dag í dag. Fiskurin varð fluttur heim á fiskastykki við hestavogni. Teir koyrdu so fiskin heim, tá hann var vaskaður og út aftur, tá hann var turrur. Heimildarmaður segði, at hann kundu sera væl minnast, tá konufólkini stóðu úti á Billubrúgv og vaskaðu.  Tað vóru avkappaðar stórar siropstunnur og so var ein fjøl, sum teir togaðu fiskin upp eftir, so hann hekk hálvur niður í vatnið, og so stóðu tær vanliga uppi á einum kassa og skrubbaðu og vaskaðu. Okkurt slag fingu tær 25 oyru fyri at vaska hundrað. Fiskurin var vaskaður væl og so varð hann saltstroyddur eitt lítið sindur og varð hann stakkaður upp aftur og íligin varð hann koyrdur heim á støði.

 

Uttanfyri Sílatanga, úti á Kletti rópt, varð fiskur eisini turkaður, helst á sjálvari helluni, møguliga turkaðu billumenn eisini fisk har.

 

Í turkihúsunum var motorur, sum blásti luft. Og so høvdu teir koksovnar og seinni petroleums ovnar standandi og so blásti blásarin hitan runt, fiskurin lá á rimaðum rammum ella rammum við neti, sum stóðu í stativi í og soleiðis turkaðu teir fiskin, sum varð turkaður inni. Turkaríini gjørdu at ein kundi turka fisk í øllum veðri, so tað varð mett sum stórt framstig.

 

Jóan Paulasa brúgv (Joen Pauli Jacobsen – í Gomlustovu) og eftir hansara tíð sonurin Jákup Pauli. Omanfyri brúnna var eitt minni turkihús og uttanfyri hetta eitt størri saltfiskahús.

 

Fiskastøðið hjá teimum lá har yviri, sum Dánjal Tavsen – Smiðurin bygdi, fiskurin bleiv førdur við báti tvørtur um fjørðin og koyrdur upp á land hinu megna og so borið niðan á fiskastykki. Teir søgdu altíð, at tað tornaði betri hinumegin, tí har var betri sólargangur. Tað vóru ein ella tveir mans, sum førdu fiskin yvir um, og vóru tað vanliga konufólk, sum bóru fiskin niðan á stykkið. Tær brúktu børur at bera við, tað vóru tvey trø við negldum fjalum tvørtur um. Børurnar vóru handigar og konufólkini løgdu passaliga nøgd av fiski upp á og bóru niðan og so koppaðu tær fiskin av, tá tær komu niðan. Fiskin mátti man fara ógvuliga væl við, tær fóru so væl við fiskinum, at tað var ikki bara formaðurin men øll sum róptu, um ein fiskur ikki lá slættur, verður sagt.” So tær gingu høgt upp í arbeiðið.

 

Mattiasabrúgv Mattias Jacobsen – á Kelduni, bróðir Jóan Paula. Hann hevði pakkhús omanfyri sína brúgv. Mattias hevði eisini fiskastykki yvir á Stongum og har gekk arbeiði á sama hátt.

 

Um fiskaarbeiði annars hevur heimildarmaður greitt frá, at við hvørt kundu mammurnar hava tey størru børnini við sær at reinsa blóð úr fiskinum, reinsa uggar og reinsa royggj burtur úr. Tær arbeiddu jú á akkord og so fingu tær vaska nakað meira.

 

Grundin av Løðu Niklasa pakkhúsi seinast í sjeytiárunum.

 

Løðu Niklasa pakkhús. (Niclas Rasmussen) Løðu Niklas hevði eisini eitt pakkhús úti á Bakka niðanfyri vegin har Statoilstøðin er í dag, tað var laða upp úr gróti. Úti á Stongum hevði hann eitt fiskastykki, og hann hevði eina lossijakt at føra fiskin yvir um til fiskastykki sum var niðri við fjøruna út móti Grótholinum, sum er í dag. Løðu Niklas og bróðurin Løðu Jógvan brúktu báðir Løðubrúnna.

 

Løðubrúgv (Joen Rasmussen) og omanfyri brúnna stóð Løðupakkhús, sum er einasta pakkhúsi av hesum nevndu, ið enn er til og er í rímiliga góðum standi. Sjálvur haldi eg, at tað átti at verið friða og sett í góðan stand sum eitt minni um hesa tíðina. Tað sama átti at verið galdandi fyri Billustøði á Rossatrønni og Heimastastøði úti á Stongum. Í Løðupakkhúsinum var turkihús í erva og saltfiskur arbeiddur í neðra.

 

Ovara fiskastykki hjá Løðu Jógvani úti á Bakka í tríatiárunum. Løðu Jógvan sæst sjálvu mitt fyri á myndini.

 

Beint omanfyri Løðupakkhús var eitt lítið fiskastykki (niðanfyri vegin) og so eitt størri omanfyri vegin og var tað har Statoilstøðin er í dag, pakkhúsið og hesi stykkini átti Løðu Jógvan. Ovara fiskasykki var til heilt upp í 1980-ini tá kiosk varð bygd á staðnum. Tá varð alt grivið út og hellan sprongd burtur so at tað stykki er væl og virðiliga burt í dag.

 

Heimildarmaður sigur seg minnast, at vanliga brúktu teir eitt hvítt flagg ella okkurt sovorðið at hanga upp, tá fiskur skuldi breiðast út. Men Løðu Jógvan fór tíðliga um morgnarnar út eftir við einum lúri, sum teir høvdu til instaleraðu bátarnar (t.e. vanligur útróðrarbátur við motori), og so blásti hann niðan ímillum øll tey húsini, har tey arbeiddu hjá honum, og um tey lógu og svóvu, so sjálvandi vaknaðu tey. Og so varð farið avstað.

 

Niðara fiskastykki hjá Løðu Jógvani og Løðupakkhúsið í tríatiárunum.

Endin av Norðistovubrúnni uttanfyri, sæst koma undan.

 

Norðristovubrúgv (Niclas Niclasen og seinni sonurin Dánjal Niclasen) teir høvdu eitt turkihús og fleiri pakkhús.

 

Omanfyri Stórapakkhús, sum norðistovumenn eisini áttu, var eitt hampiliga stórt fiskastykki. Tað hevur ligið har vegurin er í dag og er sostatt ikki til og teir høvdu onkur smærri stykkir úti á Bakka eisini. Og sum nevnt áttu teir eisini “Heimastastøði” úti á Stongum.

 

Norðistovumenn áttu størstu handilsfyritøkuna í Sørvági, bæði í Gamla Niklasa tíð og tá Dánjal Niclasen ráddi. Teir áttu fleiri deksbátar, sluppir og trolarar. Umframt fleiri handlar heimi í bygdini og t.d. timburhandil úti á Bakka. Dánjal Niclasen bygdi í 1953 fyrsta flakavirkið í Føroyum og var tað flakavirkið í Sørvági.

 

Havnaøkið helst einferð í fýratiárunum. Uttast 1. Búðapakkhúsið, 2. Stórapakkhús,

3. Nýggjustovupakkhús, niðanfyri tað 4. Lýsismeltaríið, 5. Askapakkhús,

6. Turkihúsið og heimast 7. Løðupakkhúsið.

 

Nýggjustovupakkúsið, (Heini Joensen) leigaði Heini í Nýggjustovu frá norðistovumonnum, sum áttu tað, hann hevði onga brúgv sjálvur, men brúkti Búðabrúnna. Fiskastykki hevði hann niðanfyri vegin úti á Stongum beint heimanfyri Konugjógv.

 

Búðabrúgv (Dánjal Pauli Thomsen og seinni sonurin Tummas Jacob.) Brúgv við einum pakkhúsi omanfyri. Hetta pakkhús stóð beint uttanfyri Stórapakkhús. Norðristovumenn keyptu tað seinni.

 

Bíggjar Hansabrúgv (Hans Ole-Jacobsen) við einum pakkhúsi omanfyri.

Hesi eru øll heimanfyri molan ella pierin, sum hann varð róptur. Nakað uttanfyri pierin var:

 

Toppibrúgv (Peter Jørgensen) og omanfyri tað Toppipakkhús, sum fyri kortum er tikið niður, ta var tað um at falla og kundi neyvan varðveitast.

 

Upprunaliga vóru bara fiskastykki brúkt. Um fiskastykkini verður sagt, at tey skuldu helst vera gjørd úr eitt sindur bøllutum gróti – ikki sløttum steinum, hetta var fyri at vatn skuldi seta betur av teimum. Tað var, sum nevnt, ikki fyrr enn í tríatiárunum, langt eftir Gamla Dávasa tíð, fóru teir at turka inni eisini.

 

Takk fyri.