Heimasíðan hjá Sørvágs kommunu 12.01.2008

 

Útróðrar úrslitini í 1942

Sonni Jacobsen

 

Í skjølunum hjá kommununi finnast mong áhugaverd skjøl. Millum rúgvuna varð ein dagin komi fram á lista við útróðrar úrslitum fyri 1942. Ikki er komi fram á slíkar listar fyri hini árini. Helst munnu eldru lesararnir kennast við fleiri av bátanøvnunum. Nógvir av bátunum vóru jú í bygdini mong ár eftir hetta. Hartil eru bátar úr Bø, Gásadali og Mykinesi eisini nevndir, sum hava avreitt í Sørvági hetta árið. Og í dag eru hesar bygdir jú í somu kommunu.

 

Árabáturin "Loddur" liggur her uttan á deksbátinum "Hamraberg". Sjálvt um stórur munur er á støddini, eru báðir nevndir í útróðrarlistanum frá 1942. Loddur fiskaði fyri 515 kr. og Hamraberg fyri 14.520 kr. hetta árið; eftr støddini er munurin helst rímiligur.

 

Tíðarskeið Dagar Nøvn Total kr.  Meðal kr. pr. dag Sørv.
1/1 – 7/8 62 Uranus 22.295,00 359,00
9/1 – 4/11 70 Drangur 18.951,00 270,00
10/1 – 4/ 11 58 Skandia 14.847,00 256,00
9/1 – 7/5 53 Títlingur 14.107,00 266,00
9/1 – 4/11 59 Erling 14.073,00 238,00
2/2 – 3/11 54 Lundin 14.107,00 261,00
10/1 – 7/8 44 Bosin 10.716,00 244,00
10/1 – 4/11 52 Tre Brødre 12.210,00 235,00
10/1 – 4/11 65 Togo 18.080,00 278,00
31/1 – 27/7 54 Hamraberg 14.520,00 269,00
4/2 – 28/7 36 Servin 10.003,00 280,00
9/1 – 4/11 76 Selvik 20.533,00 270,00
21/2 – 23/6 9 Oyama 2.719,00 302,00
23/2 – 7/8 38 Líðarfossur 10.037,00 264,00
5/6 – 21/11 49 Sílið 18.502,00 377,00
29/10 – 4/11 6 Selberg 1.484,00 247,00
7/2 – 11/3 8 Ternan 606,00 76,00
21/2 – 4/11 34 Skvøttur 2.619,00 77,00
20/2 – 19/9 29 Benzi  2.919,00 100,00
20/2 – 4/11 71 Ritan 10.596,00  150,00
20/2 – 22/9 9 Loddur 515,00 57,00
11/5 – 5/8 7 Køppur 278,00 39,00
11/5 – 22/9 46 Emanuel 8.421,00 183,00
1/6 – 21/9 31 Finnur 4.807,00 155,00
25/6 – 7/8 14 Kim 1.818,00 130,00
11/7 – 21/9 14 Sjuss 1.159,00 83,00
1/8 – 7/8 5 Ormurin 498,00 99,00
15/8 – 21/9 19 Smiril 3.236,00 170,00
11/8 – 3/11 7 Græni 381,00 54,00
29/9 – 4/11 8 Maria 506,00 63,00
7/2 – 30/10 62 Bjarnafossur 20.509,00 331,00 Bøur
20/5 – 7/7 23 Bjarni 3.407,00 148,00 Bøur
7/2 – 3/11 32 Gæsa 3.834,00 120,00 Gásadalur
Smábátar, ið ikki eru nevndir við navni, hjá hesum monnum:
28/7 – 21/9 14 Jacob Jacobsen, Lið 1.571,00 120,00
6/2 – 24/2 7 Hans Lauritsen 380,00 54,00
21/2 – 19/6 13 Ole Heinesen 1.361,00 105,00
22/5 – 4/8 24 Thomas Thomsen 2.709,00 113,00
11/5 – 4/1 53 Thomas Jacobsen 5.726,00 108,00
3/8 – 4/11 17 Johannes Olsen 1.650,00 97,00
18/7 – 31/10 20 David Lauritsen 1.609,00 80,00
25/6 – 3/11 10 Jacob Weihe 1.054,00 105,00
20/8 – 26/8 4 Ernst Simonsen  221,00 55,00
23/2 – 11/7 10 Joen Heinesen 638,00 64,00 Bøur
3/8 – 5/8 3 Johs. Henriksen 201,00 67,00 Gásadalur
27/3 – 4/11 41 Jacob Løve 4.858,00 118,00 Mykines
23/2 – 4/1 61 Ivar Zachariassen 7.713,00 127,00 Mykines
9/1 – 2/12 66 Ole Niclasen 10.088,00 153,00 Mykines
27/3 – 7/8 33 Simon Joensen 4.715,00 143,00 Mykines
24/2 – 4/11 44 Jørgen Jørgensen 6.683,00 152,00 Mykines

 

Tilsamans hava hesir bátarnir fiska fyri 320.363,00 kr. í 1942. Í krónuvirði eru fyri í meðal 8.112,00 kr. komnar upp á land í Sørvági um dagin frá hesum bátunum. Niðast á listanum er viðmerkt: “Sjálvdráttarmenn eru ikki roknaðir nakran av hesum bátum.”

 

Viðmerkjast kann, at fyri Sørvág eru bátarnir nevndir á listanum frá “Uranus” og til “Selberg” deksbátar, restin eru opnir bátar. Úr Bø er “Bjarnafossur” deksbátur. Hinir bátarnir úr Bø, Gásadali og Mykinesi eru vist opnir bátar. Teir flestu menninir vóru sluppfiskimenn, so hetta er tað teir hava veitt, tá teir vóru heima millum túrar og tá torv, epli og hoyggj er fingið frá hondini.

 

Keldur: Skjøl hjá Sørvágs kommunu