Heimasíðan hjá Sørvágs kommunu 10-01-08

 

Skúlin fær elektriskt ljós

Sonni Jacobsen

 

 

Seint í 1949 verður elektriskt ljós lagt inn í skúlan í Sørvági (gamla). Elveitingin kom frá elverkinum í bygdini, sum byrjaði at virka seint í 1948 og var í bygninginum, har kommunuskrivstovan er í dag. At fáa elektriskt ljós vóru børn og lærarar helst sera fegin um. Tí tey senda kommununi bræv og takka fyri ljósið. Eitt áhugavert við brævinum er, at øll børnini í eldru flokkunum, “IV” og “III” hava sjálvi skrivað undir og heilsan er eisini frá lærarunum og teimum yngru børnunum. Um nøvnini kunnu vit siga, eru tey nevnd so eru tey kend, tey nógvu av teimum. Stuttligt kundi verið at frætt, um onkur minnist hesa hendingina. Brævið er soljóðandi:

 

 “Til Forstanderskabet.

Vi undertegnede Skolebørn i Sørvaag bringer herved Forstanderskabet vor hjerteligste Tak for det elektriske Lys i Skolen.

     Sørvaag d. 10/12-1949.

 

IV Kl.

Hanna Heinesen, Ruth Weihe, Nora Samuelsen, Kristina Olsen, Anne Michelsen, Ansa Hansen, Leivur Sandsdal, Magdelana Henriksen, Sigrid Petersen, Odni Joensen, Finn Nielsen, Jóan Dánjal Hansen, Kári D. Petersen, Olivar Gaasedal, Joen Hendrik Zachariasen, Leivur Ole-Jacobsen, Odmar Lauritsen, Jacoba Danielsen.

 

III Kl.

Randy Joensen, Magny Mouritsen, Anna Joensen, Jonna Joensen, Thomina Henriksen, Ivan Johansen, Rólant Hansen, Andrass Hansen, Anton Henriksen, Kjartan í Jákupsstovu, Hardy Falkvard, Hansina Hansen, Aslei Hansen, Herbjørn Gåsdal, Sofus Joensen, Kristina Olsen, Torkil Thomasen, Pauli Joensen, Orni Hansen, Jovi Hansen, Hjørleif Christiansen, Ejler Jørgensen, Poll Heinesen, Pauli Heinesen.

 

II og I Kl. samt Lærerpersonalet slutter sig med Taknemmelighed til foranstaaende Takskrivelse.

     Paa Lærernes Vegne D. Danielsen.”

 

Keldur: Skjøl hjá Sørvágs kommunu