Heimasíðan hjá Sørvágs kommunu 12-02-2008

 

Minørar í Vágum undir krígnum

Sonni Jacobsen

 

 

Í einum skrivi frá 21. apríl 1944, sum Sørvágs kommuna eigur í skjalasavninum, mælir C.B. kontoret (Civilbeskyttelses kontoret) til at veita teimum lokalu minørunum eitt minni frá teirra arbeiði undir krígnum. “Minørar” vóru teir, sum tóku spreingløðingina úr minum, sum róku upp á land. Og hetta var jú ikki vandaleyst arbeiði. Í skrivinum verður sagt:

 

Í framtíðini verða tóm minuhylki ikki tikin inn at senda aftur til Onglands, men í staðin verða tey tómu minuhylkini sum liggja runt um í Føroyum yvirlatin til forstandarskapini til brúk hjá lokalfólkinum eftir avgerð hjá forstandarskapinum. Tað stendur hereftir forstandarskapinum frítt at avgerða hvat skal gerast við tey tómu hylkini, sum eru í kommununi. Viðmerkjast skal, at tóm hylki eiga at verða latin teimum lokalu minørunum, um hesir ynska tað, sum eitt minni um teirra arbeiði undir krígnum. Teir báðir minørarnir í Vága sýslu eru: Jens Rasmussen, Sørvági og Thorstein Niclasen, Miðvági.

 

 

  Jens Rasmussen og konan Sarita framman fyri einum bretskum "bigg lorry",

sum Jens koyrdi eftir kríggið

 

Keldur: Skjøl hjá Sørvágs kommunu