Heimasíðan hjá Sørvágs kommunu 18-08-2008

Fyrsta brúgvin um Stórá í Sørvági

Sonni Jacobsen

 

Í 1878 verður fyrsta brúgvin gjørd um Stórá í Sørvági. Henda brúgvin er træbrúgv og stóð hon omanfyri Konshyl, beint omanfyri har núverandi brúgvin stendur.

 

Á myndini sæst grótbrúgvin frá 1912, sum Haraldur á Sjómansheiminum róptur, stóð fyri at laða, og sum var undan núverandi frá 1942 eftir bretar. Grótbrúgvin var eisini beint omanfyri núverandi brúgv.

 

23. juni 1878 verður umsókn send Føroya Løgtingi við kostnaðarætlan fyri eina brúgv “over Bakaaen i Sørvaag”.

 

Smb. øðrum skjølum er talan um brúgv um Stórá í Sørvági. Hví teir rópa ánna “Bakaaen” er óvist. Eingin sørvingur í dag kennist við hetta heitið og t.d. nøkur fá ár seinni, í 1883, verður áin rópt Stórá, og tá eru tað sørvingar sjálvir, ið skrivað. Seinni aftur verður fleiri ferðir heitið Bakkeaaen (Bakkaáin) brúkt. Tað kunnu verða ymsar grundir til hetta. Eitt er at brúgvin førir til gøtuna út á Bakka, annað er, at á hesi tíð var ein stórur bakki uttanfyri har brúgvin varð gjørd, róptur Konshylstúgvan. Triðja og helst mest sannlíka grundin er, at tað er uttanbýggjamaður, ið skrivar.

 


 

Kostnaðarmetingin, sum send verður løgtinginum, er hendan:

 

3 tunnur cement á 20 kr.

Krút og fjús

Steinborðir

Jarnrekværk 12 alin (u.l. 8 m.) og 4 stólpar

1 stk. 20 fóts bjálki ella 4 stk. 12 fóts

Grótarbeiði hjá 70 monnum á 1,50 kr

Í alt

60 kr.

5 kr.

5 kr.

40 kr.

20 kr.

105 kr.

235 kr.

                                       


 

Í skrivinum verður nevnt um umsóknina frá í fjør og um at svar var komi aftur 22. september 1877, at Løgtingið ikki kundi taka nakra avgerð so leingi eingin kostnaðarætlan fyrilá. Í hesum skrivinum verður sagt, at hugsa verður um at leggja løgini 10 favnar ovari enn teir fyrr lógu við ein foss, har hella er undir. Her er ætlanin at spreingja eina 4 alin breiða djúpa klyvu, har ætlanin er at seta eina lítla træbrúgv, sum stendur á løgum og at byggja løgini úr gróti og sementi, sum skal skráa niðan eftir móti streyminum og at gera eitt 12 alin langt jarnrekverk yvir løðirnar og brúnna, umframt at gera eina steinbrúgv við endarnar av løðunum.

 

Sum skilst, er helst talan um at laða upp grót við báðar árabakkarnar og so hava stutta og smala træbrúgv um ánna, sum hevur tveir stuðlar upp undir seg og bert jarnrekverk á aðrari síðuni. Bert at hava rekkverk á aðrari síðuni á brúgv var rættuliga vanligt tá í tíðini. Skrivið og metingin er undirskrivað av “Sognecommisærer” í Sørvági, Joen D. Olsen (Ólavsstovu), Joen Joensen (Nýggjustovu) og Laurits Olsen.

 

Kortið, sum bretar gjørdu í smb. við vegagerð í 1942, vísir hvar gamla brúgvin frá 1912 og tann frá 1878 stóðu í mun til núverandi brúgv frá 1942. Áhugavert er at síggja, at bretar rópa nýggju brúnna "East Bridge". Niðaraveg, sum teir gjørdu í sama sambandi, róptu teir "Beach Diversion", sum merkir okkurt sum "Stranda frákoyringin".

(Føroyski teksturin er skrivaður á avrit av kortinum seinni.)

 

Í skrivi dagfest 10. juli 1878 viðmælir forstandarskapið í Vágum umsóknini og sigur, at brúgvin kemur at samanbinda einasta vegin frá bygdini og til avreiðingarstaðið í bygdini og til 1/3 av jørðini í bygdini (Úttriðing). Vegna tað at áin leypur, tá ísur er, verður mett tryggari at gera brúnna nakað hægri enn gomlu løgasteinarnir lógu.

 

16. september 1878 hevur Løgringið svara, “fra den øconomiske Fond er bevilget 60 kr. til Opførelsen af en bro med Løer over Bakkeaaen i Sørvaag.”

 

175 kr. mugu sørvingar so sjálvir skaffa.

 

- - -

 

Lagt afturat seinni:

 

Skoytast kann upp í, at grundin til at tað kostar so lítið at gera eina brúgv tá í tíðini, er at lítið og einki verður goldið í lønum. Mesta arbeiðið varð gjørt sum sonevnt pliktarbeiði. Hvør arbeiðsførur maður millum 16 og 60 ár skuldi vanliga arbeiða ca. 20 tímar árliga fyri kommuna uttan løn (hetta kundi variera nakað í mun til um stórarbeiði vóru í gerð, t.d. skúlabygging ella annað - dømi eru um, at tá kundi pliktarbeiði verða eitt sindur meir meðan slíkt arbeiði stóð upp á, t.d. 40 tímar pr. mann í eitt ár.)

 

Í eini bygd har eini 200 - 300 mans vóru í hesum aldrinum gav hetta rættuliga fitt av arbeiðskraft til kommununa. Grundin undir pliktarbeiðinum var einfalt tann, at fólk høvdu lítið av peningi um hendur, so orkan at rinda skatt var lítil. Teir sum høvdu inntøku, t.d. sigldu, róðu út ella handlaðu, rindaðu ca. 8% skatt. Ein lítil jarðaskattur var eisini. Men tað gav kortini ikki tær stóru upphæddirnar í kommunukassan.

 

Vága sóknar kommuna (1873 - 1915) var skipa soleiðis, at roknskapur varð hildin fyri hvørja bygd sær - inntøkur og útreiðslur. Tað sum var goldið í skatti varð nýtt í tí bygdini, skatturin var goldin. Somuleiðis var pliktarbeiði bert gjørt í teirri bygdini har ein búði. Pliktarbeiði varð vanliga gjørt um veturin ella tá uppløgur vóru annars.

 

 

Keldur: Gerðabøkur, roknskaparbøkur og skjøl hjá Vága sóknar kommunu og hjá Sørvágs kommunu.

Mynd: Sørvágs Bygdarsavn.

Kort: Sørvágs kommuna.