Vágaportalurin 20-03-2008

 

Brúgvin um Kirkjuánna

Sonni Jacobsen

 

Eftir áheitan frá Vágaportalinum skal verða greitt eitt sindur frá um brúgvar um Kirkjuánna í Sørvági.

 

Hvussu leingi brúgv hevur verið um Kirkjuánna í Sørvági, vita vit ikki heilt við vissu. Í gamlari tíð vórðu, smb. frásøgn, bara løgasteinar at ganga um. Hildið verður at fyrsta træbrúgvin um ánna varð gjørd einaferð miðskeiðis í 1850 árunum, helst við løgtingsstuðli, sum ávís skriv eisini benda á. At brúgvin var úr træ gjørdi at livitíðin var sera avmarka og mátti hon regluliga bøtast og við ávísum millumbilum, heilt gerast úr nýggjum.

 

 Kirkjan, gamli salurin hjá Brøðrasamkomuni og træbrúgvin frá 1926.

Sunnuva Joensen, Skælings Sunnuva, tók myndina umleið í 1930.

 

Fyrstu ferð brúgvin um Kirkjuánna kemur fyri í skjølunum hjá Vága sóknar kommunu (1873 – 1915) er á fundi í forstandarskapinum 2. Juli 1875. Ein av avgerðunum á fundinum var: “Til umvæling av brúnni um Kirkjuánna í Sørvági vóru játtaðar 17,66 kr.”

 

Í 1879 verður brúgvin gjørd úr nýggjum

Á fundi í forstandarskapinum 24. juni 1879 stendur at lesa: “Samtykt var at søkja Løgtingið um stuðul at seta brúnna um Kirkjuánna í Sørvági í stand. Tilfarið hevur kosta 40,20 kr., somuleiðis er ætlanin at selja viðin av gomlu brúnni.” Í brævi til Løgtingið verður sagt, at brúgvin, sum var “faldefærdig” hesaferð er gjørd úr teak-viði og verður søkt um stuðul til arbeiði at saga viðin og at gera brúnna. Løgtingið játtar 20 kr., so samanlagt hevur brúgvin helst kosta um 60 kr.

 

Í 1894 er triðja brúgvin gjørd

15. juli 1893 er skriv sent frá sóknarnevndini í Sørvági (lokalnevnd undir Vága sóknar kommunu) til Løgtingið, umvegis forstandarskapið. Sagt verður, at brúgvin um Kirkjuánna í sínari tíð varð gjørd við at Økonomisk fond fíggjaði tilfarið til brúnna. Nú er brúgvin so rotin, at hon má leggjast næstan heilt av nýggjum. Nevnda brúgv er kirkjuvegur hjá presti og allari samkomuni. Søkt verður “ærbødigst”, íbúgvarana vegna, um Løgtingið, gjøgnum Økonomisk fond, kann fíggja tilfarið til brúnna og snýr tað seg um hesar nøgdir:

 


 

    3 stk. bjálkar, 28 fót, 8 x 10 tummar.

    12 stk. bretti, 12 fót, 8 x 1 ½ tumma.

    300 stk. 3 tumma seymir.

    “Sørvaag den 15 Juli 1893 Jens Christian Johansen (Stórustovu),

    Vensel Lauritsen (Lambastovuni)Sognekommisærer.”

 


 

Løgtingið vildi ikki stuðla umsóknini, hvørki í 1893 ella í 1894 og skrivar tá, at endalig avgerð er tikin í málinum. Í 1894 avgerð forstandarskapið sjálvt at fíggja arbeiði og var brúgvin nærum øll gjørd úr nýggjum tað árið.

 

Í 1896 sigur Løgtingið, uttan at kommunan hevur søkt aftur um stuðul, at nú vilja teir endurgjalda arbeiðið. Hini árini hevði Løgtingið sagt, at hetta var ein “lokal” brúgv sum teir einki høvdu við at gera, meðan forstandarskapið tá hevði sagt, at brúgvin eisini var “landavegur” til Bíggjar. Nú hevur Løgtingið so brádliga góðtikið hetta.

 

Í einum brævi frá 1896 síggja vit annars, at teir rópa gøtuna út móti brúnni “Kirkevejen”. So navnið hesin vegur hevur í dag samsvarar við gamla heitið.

 

Ætlanir um steinbrúgv um Kirkjuánna í 1907

Á fundi í forstandarskapinum 2. juli 1907, mál 6 stendur: “Forstandarskapið viðmælti einari møguligari umsøkn um at gera steinbrúgv um Kirkjuánna í Sørvági.”

 

Í fyrstu syftu er ætlanin at gera nýggju steinbrúnna væl longur uppi, og ájavnt húsini hjá Bíggjar Hans, sum annars sat í forstandarskapinum vegna Sørvág um hetta mundið.

 

Hansara grundgeving fyri at gera brúnna longur uppi var, at tað altíð legist so nógvur kavi um vetrarnar har gamla brúgvin stóð. Henda ætlan varð kortini slept, mest vegna mótmæli frá meinigheitsráðnum (kirkjuráðnum) og frá Carl Johansen presti, um at hetta ferð at vera ein truplari gonguleið, ikki minst hjá eldri og veikum í regni, frosti og kava. Mótmæli og eitt ávíst stríð gjørdi, at ætlanin við steinbrúgv varð heilt slept á hesum sinni.

 

Sum nevnt áður var Vága sóknar kommuna avtikin í 1915, árini millum 1907 og 1915 er eingin avgerð tikin um brúnna og er tað tí framvegis ein træbrúgv sum stendur um Kirkjuánna, tá nýggja Sørvágs kommuna tekur við í 1915. Faktiskt síggja vit einki skrivligt aftur um brúnna um Kirkjuánna fyrr enn í 1926.

 

Í 1926 verður nýggj træbrúgv gjørd um Kirkjuánna

Vit lesa í gerðabókini hjá kommununi: “Hin 30. mai 1926, eftir kl. 8 um kvøldið, var eykafundur í forstandarskapinum, hildin á skrivstovuni hjá formanninum (Niclas Niclasen, Norðri í Stovu).

 

Til tingingar var:

1. Bygging av brúnni um Kirkjuánna. Tvey tilboð vóru komin upp á arbeiði.

a) J. Heine Heinesen, 674 kr.

b) Samuel J. Weihe, 400 kr.

 

Samtykt varð einmælt, at lata arbeiði til S.J. Weihe, (Livu Sámal róptur, Hálvdanshúsi) og latið varð yvir til formannin, at syrgja fyri tí neyðuga sáttmálanum og at fáa til vega neyðuga tilfarið til arbeiðið.” Henda brúgvin kom bert at standa í sjey ár.

 

Stangarvegurin gjørdur

Veturin 1931 -1932 verður vegurin frá Kirkjuánni og út til garðarnar á Norðurtriðingi gjørdur, 600 metur av vegi, við fíggjarligum stuðli úr Løgtinginum. Viðmerkjast kann, at tað var ikki fyrr enn í fimmtiárunum, at vegur varð gjørdur víðari til Bíggjar.

 

Núverandi betongbrúgv  frá 1933

Brúgvin um Kirkjuánna í dag er gjørd í september og oktober mánaði í 1933 og er tann 5. brúgvin um Kirkjuánna, smb. skjølunum.

 

16. juli 1932 verður skrivað til Løgtingið og søkt um stuðul at gera eina betongbrúgv tvørtur um Kirkjuánna í Sørvági. Sagt verður, at núverandi brúgvin er úr timbri og við jarnbjálkum. Síðan vegurin út á Stengur er gjørdur til bilar vísir henda brúgvin seg at vera ov veik.

 

24. oktober 1932 kemur skriv frá Løgtinginum í smb. við skriv um stuðul til brúgv um Kirkjuánna í Sørvági. Løgtingið hevur hin 5. í hesum samtykt, at 900 kr. verða játtaðar at byggja brúgv um Kirkjuánna eftir tekning sum Jacobsen verkfrøðingur hevði gjørt hin 8. september 1932. Játtanin er undir vanligum treytum, at kommunan yvirtekur viðlíkahald av brúnni og at roknskapur verður sendur yvir arbeiði og at brúgvin verður góðkend við sýn, áðrenn stuðulin verður útgoldin.

 

Á fundi í forstandarskapinum (kommununi) 3. desember 1932 stendur sum mál nr. 2: Nýggj brúgv yvir Kirkjuánna. Samtykt varð, at seta fyrispurning til Jens M. Poulsen í Skopun og at biðja Andreas Jensen, Hoyvík, sum formann til byggingina.

 

Viðmerkjast kann, at endaliga úrslitið verður, at tað verður Jens M. Poulsen í Skopun, sum verður formaður fyri byggingini.

 

Á fundi í forstandarskapinum 2. juni 1933 stendur sum mál nr. 4: “Brúgvin um Kirkjuánna. Avgerð: Verður bjóða út í arbeiðstøku í bygdini.” Og merkir hetta í hesum førinum, at vanliga arbeiði verður gjørt av sørvingum við tímaløn.

 

16. november 1933 verður skrivað til amtið, sum svar upp á skriv frá 6. í sama mánaði. “Nýggja koyribrúgvin yvir Kirkjuánna er ferdugt gjørd. Rekkverkið verður uppsett um nakrar fáar dagar. Við hvønn enda av brúnni er vegurin fyltur upp við grúsi og vegurin móti bygdini er umvældur.”

 

22. februar 1934 verður skrivað til amtið. Eftir umbøn frá amtinum verður hervið sendur sundurgreinaður roknskapur yvir útreiðslurnar við at byggja betongbrúgv um Kirkjuánna í Sørvági. Viðmerkjast skal at upphæddin, 1.375,78 kr. er 300 kr. minni enn upphæddin uppgivin er í skrivinum frá 16. í fyrra mánaði. Hetta skyldast, at útreiðslurnar til álegging av grúsi á koyrivegin nú eru frádrignar.

 

Sundurgreining yvir útreiðslurnar við brúnni um Kirkjuánna september/oktober 1933.

 


 

  8 fylgiskjøl:

    1) Sement og jarnstyrking, 421,27 kr.

    2) Rekkverk, 217,03 kr.

    3) Timbur: Balslev & Goos, 140,19 kr.

    4) Timbur: N. Niclasen, 84,79 kr.

    5) Koyring, v/ Hans Frederik Jacobsen, Sørvági, 70,00 kr.

    6) Arbeiðsløn, 629 tímar á 0,50 = 314,50 kr.

    7) Jens M. Poulsen, Skopun, formansløn, 104 kr.

    8) S. Jacobsen, næstformaður, 24 kr.

    Í alt 1.375,78 kr.

 


Hvør hesin S. Jacobsen er, sum er næstformaður við arbeiðinum, er eitt sindur ilt at meta um, men helst er tað avbygdarmaður. Løgtingið stuðlar arbeiðinum við í 1934 at rinda 900 kr. úr Økonomisk fond, uml. 2/3 av samlaðu upphæddini.

 

Keldur:

Gerðabøkur, roknskaparbøkur, kopibøkur og skjøl hjá Vága sóknar kommunu, 1873-1915.

Gerðabøkur, roknskaparbøkur, kopibøkur og skjøl hjá Sørvágs kommunu, 1915-1934.

– Teksturin úr skjølunum, nevnd eru í greinni, er týddur úr donskum.