Vágaportalurin 05-04-2008

Gamal ovnur úr turkihúsi úti á Bakka

Sonni Jacobsen

Tá Jógvan Nordendal nú ein dagin arbeiddi við at umbyggja eitt sindur í pakkhúsinum hjá sær úti á Bakka, kom hann, eftir at hava brotið hol á ein vegg í ovara horni uttast í kjallarahæddini, fram á ein ovn, ella part av anleggi, sum var brúkt, tá bygningurin var brúktur til turkihús í fimti og helst fyrst í sekstiárunum. Fiskurin varð vaskaður í neðra og turkaður í erva og varð hitin førdur upp við rørum og haðan blástur út í rúmið við viftum. Hetta er alt burtur í dag.

Tað var felagið "Feitihellan" sum upprunaliga lat turkihúsið byggja. Navnið kom av at staðið har turkihúsið stendur, nevndist so. Teir ið upprunaliga áttu hetta hús og lótu tað byggja vóru, smb. frásøgn, brøðurnir Jóhannus Niclasen, Eivind Niclasen og Hjalmar Hvítklett.

 

Tá turkihúsið varð brúkt áttu teir ein stóran stállínubát, sum nevndist "Vesturvón", fiskurin frá honum varð arbeiddur í hesum húsinum. Jóhannus stóð fyri arbeiðinum.

 

Fólk í bygdini plagdu at rippa fyri henda bát. Jóhannus plagdi at koyra runt við lastbilinum hjá sær til tey sum rippaðu við húkum og teymum og kom so seinni eftir lidnu buntunum. Stál línubáturin “Vesturvón” varð seldur um 1969, eftir at teir sama ár fingu nýggjan flakatrolara við sama navni. Eftir tað var hetta hús ikki brúkt til fiskaarbeiði.