Heimasíðan hjá Sørvágs kommunu 10-04-2008

 

Avgerð hin 24. februar 1956 um navnið á bygdini

Sonni Jacobsen

 

 

Fyrsta brævið ein finnur í skjølunum hjá Sørvágs kommunu, ið er skrivað á føroyskum av Sørvágs kommunu er frá 11. desember 1936, og er tað undirskrivað av N. Rasmussen (Løðu Niklas), og er hetta bræv sera væl orða. Áður var alt skrivað á donskum uttan onkur einstøk staðarnøvn.

 

Hin 19. november 1940 byrjaði sóknarstýrið í Sørvági at skrivað gerðabók á føroyskum og brøv, uttan til teir donsku stovnarnar. Oftast var stavingin og føroyska orðingin sera vánalig, ikki minst tey fyrstu árini, har tað so týðiligt sæst, at fólk bert vóru von við at skrivað á donskum. Sokallaðu “danismurnar” eru allastaðni at síggja, nógvar ferðir verri enn tað málserkøn ilskast um í bløðunum í dag. Og er hetta galdandi fyri bæði innkomin og send almenn brøv, so har er stórur bati hóast alt hendur.

   

Men júst tað at fólk vóru óvon við og hesin ivin um hvussu stavast og skrivast skuldi rætt á føroyskum gav helst gróðrarbotn fyri til dømis ivanum um rætta háttin at skrivað bygdarnavnið Sørvágur á føroyskum. Helst av hesi óvissu við føroyska skriving og álit á fólk sum man helt vita, tóku summi her í bygdini eitt skifti eftir kríggið, serliga árini 1948 – 1952, at skrivað Sørvágur – Seyrvágur, og nýttu bæði kommunan og fleiri virki og stovnar í bygdini heitið Seyrvágur hesi árini, meðan onnur framvegis skrivaðu Sørvágur. Eingin føst regla var hjá teimum flestu, heldur ikki hjá kommununi, viðhvørt verður skrivað Sørvágur og viðhvørt Seyrvágur. Til dømis skrivar, Hans Niklái við Gil, kommunuskrivari 1940 – 1965, altíð Sørvágur.

 

Viðmerkjast kann, at á mannamunni hevur bygdin altíð, tað menn vita um, verið rópt Sørvágur, og er tað eyðvitað haðan gamla danska stavsetingin “Sørvaag”, so langt aftur skjøl kunnu finnast, stavar frá.

 

Um 1953 byrjaði kommunan og flestu virki í bygdini kortini aftur fast at nýta gamla heitið Sørvágur, meðan onkur einstøk framvegis nýttu heitið Seyrvágur og heldur hesin vavstur áfram langt upp í hálvtrýssini.

 

23. februar 1956 skrivar Vága sýsla, Chr. Larsen, sýslumaður, til kommununa um hetta mál.

 

 

Ymiskir stovnar skrivað navnið Sørvágur á ymiskan hátt. Soleiðis nýtur prestur fyri Vágoynna hendan stavingarháttin: Seyrvágur. Eisini hevur sjúkrakassin í sóknini her sama stavingarhátt sum presturin.

     So vítt sýsluni kunnugt er tann almenni stavingarhátturin, Sørvágur, og við at kanna leksikon og Gyldandals Verdensatlas er stavingarhátturin, Sørvágur.

     Hvør stavingarháttur er beinur ella skeivur eri eg ikki førur fyri at avgera, men stavingarhátturin Sørvágur hevur verið nýtur í longri tíð og er tann hátturin inngrógvin, rótfestur í Sørvági og eisini hjá tí “almenna”. Eg meini, at tað er skeivt, at presturin nýtir háttin Seyrvágur, tí tað er ikki samsvarandi tann sóknarstýrið nýtir og heldur ikki tann sýslan nýtir. Sýslan skrivar til dømis ferðapass, ið verða skrivaði við Sørvági. Presturin skrivar Seyrvági. Skal persónur út í heim og hevur ferðapass og dópsváttan við sær eru hesi bæði skjølini ikki samsvarandi, tey hava hvør sín stavingarhátt fyri annað hvørt føðingarstaður ella bústaður: Sørvágur – Seyrvágur.

     Eg skal tí loyva mær at heita á sóknarstýrið um at gera prestin og stjórnina fyri sjúkrakassan í Sørvági kunnugan um stavingarháttin, at tann “almenni” hátturin er at skrivað, Sørvágur.

     Chr. Larsen.

 

 

Viðmerkjast kann, at hin 23. februar 1956 er fundur í bygdaráðnum, smb. gerðabókini vóru møttir Isak C. Johansen, Arnhold Jacobsen, Hugo Fjørðoy, Petur Weihe og Dánjal Niclasen (formaður). Og er skrivið helst skrivað og latið inn at verða viðgjørt á fundinum. Tó at einki verður nevnt um hetta skriv í gerðabókini frá fundinum hetta kvøld, so hevur málið helst verið uppi og vent. Tvey brøv send frá kommununi dagin eftir, hin 24. februar, undirskrivað av næstformanninum, kundu bent á tað. Og sýna tey, at kommunustýrið skrivliga hin 24. februar 1956 hevur tikið eina avgerð í málinum.

 

24. februar 1956 verður skrivað til Vága sýslu. “Vegna skriv tygara 23. h.m. um staðarnavnið Sørvágur er at siga frá: Sóknarstýrið hevur sent hjálagda skriv til Føroya Landsstýri, fútaskrivstovuna, Tórshavn, prest í Miðvági og sjúkrakassan í Sørvági. + 1 fylgiskjal. Isak C. Johansen.”

 

24. februar 1956 verður einsljóðandi skriv sent til fútaskrivstovuna, landsstýri, prest og Sørvágs – Bíggjar sjúkrakassa, umframt avrit til Vága sýslu. “Sóknarstýrið er gjørt vart við, at tit nýta sum staðarnavn “Seyrvágur” har vit nýta Sørvágur. Alment er Sørvágur nýttur, og halda vit tað skeivt, at almennir stovnar taka aðra stavseting uttan frammanundan góðtikna almenna broyting. Isak C. Johansen.”

 

Eftir at kommunan hevði sent hetta bræv er vanliga orðingin Sørvágur, so brævið hjálpti og varð eyðsæð tikið til eftirtektar.

 

 

Kelda: Gerðabøkur og skjøl hjá Sørvágs kommunu.