Henda grein stóð fyrstu ferð í blaðnum "Vestanstevnublaðið 2007" - her er greinin eitt lítið sindur redigerða.

 

Tær fyrstu havnargerðirnar í Vágum

Sonni Jacobsen

 

Í skjølunum hjá Vága prestagjalds kommunu, ella Vága sóknar kommuna, sum hon seinnu árini varð rópt, sum var fyrsta kommunan í Vágum og var virkin árini 1873 til 1915, finnast mongd av skjølum og tilfari um t.d. fyrstu havnargerðirnar í Vágum. Tilfarið er so rúgvismikið, at her skal bert okkurt brot verða tikið fram. Seinni er ætlanin at geva hetta tilfar umframt nógv annað út í bók.

 

Viðurskiftini verða skipa

Tað fyrsta vit hoyra um, at Vága sóknar kommuna roynir at fáa skipað viðurskifti í lag viðvíkjandi havnunum í Vágum er, at hin 25. juli 1908 verður ein havnareglugerð gjørd fyri Sørvágs havn. Hin 25. juli 1911 fær Miðvágur sína havnareglugerð.

 

Dampari við kei í Sørvági umleið 1940. Í 1939 var vinkulin heim eftir bygdur og innanfyri har er tað, at sokallaða "Pierholið" verður. Tað heimasta av keiini móti pierholinum er sostatt staðið har fyristi lítli pierurin var. Sum tað eisini sæst á myndini, var pierurin sonevnd pelakei og gjørdur úr timbri við sementdekki omaná. Innara síða av pierinum var kortini stoypt.

 

Havnarnevndir verða settar

Á forstandarafundi, sum teir róptu kommunufundirnar tá, varð hin 11. mai 1909 ein havnanevnd vald fyri Sørvágs havn. Í fyrstu havnanevndina í Sørvági komu handilsmenninir J. Rasmussen (Løðu Jógvan), H. Ole-Jacobsen (Bíggjar Hans) og N. Niclasen (Niklas Norðri í Stovu). Eingin pierur ella atløgubryggja er enn, so tað er havnargjald fyri akkerspláss inni á vánni og sonevndu “lanternuna” havnanevndin skal umsita tað fyrstu tíðina.

 

Á hesum sama fundi varð samtykt, at havnanevndin skuldi fáa til vega nevndu lanternuna. Henda lanterna stóð niðanvert heimaru Geilina niðri við sjógvin úti á Lið og var ætla sum innsiglingarljós inn gjøgnum fjørðin.

 

Á fundi hin 19. februar 1910 verður fyrsta havnanevndin vald í Miðvági, í nevndina koma Rasmus Niclasen handilsmaður, Harald Rasmussen og Heine Heinesen. Enn var Miðvágs havn bert ein lítil pierur, har deksbátar leggja at á flóð og so fortoyningar á vánni.

 

29. sept. 1911 verða nýggjar havnanevndir valdar. Í havnanevndina í Miðvági vóru valdir Hans Nicolaj Niclasen handilsmaður, Harald Joensen smiður og Joen Frederik Johannesen skipsførari.

 

Í havnanevndina í Sørvági vóru valdir Mourits Simonsen, Christian Johannes Olsen (Billu Kristian) og Ole Niclasen við Lið (Óli á Bø). Hesir koma at sita í havnanevndini í nógv ár framyvir.

 

Fyrstu havnarmeistararnir

Á fundi í forstandarskapinum hin 21. juni 1909 varð avgjørt at seta Samuel Nicodemus Samuelsen í starv sum havnarmeistara í Sørvági við 60 kr. í løn tað fyrsta árið. Nikodemus (1861 – 1952) verður sostatt fyrsti havnarmeistarin í Vágum og hevur starvið í Sørvági í 4 ár.

 

Hin 17. mai 1910 verður fyrsti havnarmeistarin í Miðvági settur og er tað Sámal Jákup Thomassen, sum fær 50 kr. hetta fyrsta árið. Hann hevur starvið í 1 ár. Í desember 1910 ferð lønin hjá havnameistarunum í Vágum upp til 80 kr., men kapping er um starvið so lønin lækkar aftur.

 

Hin 3. februar 1911 verður samtykt, at fyri hvønn fortoyning ella boyu í Vágum skulu rindast 2 kr. í havnargjaldi og skal peningurin rindast til havnameistarann, 25. juli 1911 verður upphæddin í Miðvági sett til 3 kr. um árið.

 

2. mai 1911 verður Joen Pauli Næs settur havnarmeistari í Miðvági fyri 60 kr. um árið.

 

8. oktober 1913 var Ole Niclasen (Óli á Bø) úr Sørvági settur sum havnarmeistari fyri Sørvágs havn við árligari løn á 78 kr.

 

17 ár frá tekniborðinum og til veruleika

Hin 7. august 1909 hevur Løgtingið sent skriv til forstandarskapið í Vágum og biður teir siga sína hugsan um eina verkætlan Palle Bruun verkfrøðingur hevur gjørt um at gera sonevndar pierar í Sandavági, Miðvági og Sørvági. Uppskotið hjá honum sigur, at kostnaðurin verður ávikavist 23.000 kr., 20.000 kr. og 12.000 kr. Viðmerkjast skal, at uppskotið hjá Bruun er um ein pier á suðursíðuni í Miðvági.

 

Sum vera man gevur forstandarskapið uppskotinum sítt besta viðmæli.

 

Sandavágsmenn siga, at í Sandavági eru 5 motorbátar og 3 sluppir og eru teir noyddir at hava hesar liggjandi í Sørvági um veturin, tí sum viðurskifti eru, er tað ov vandamikið at hava tey uppankrað í Miðvági um veturin. Teir vilja hava ein pier við Niklasarbakka og eru til reiðar at rinda 1/10 part av kostnaðinum.

 

Miðvingar siga, at teir hava 11 motorbátar og 4 sluppir, sum mugu liggja í Sørvági um veturin og hindrar hetta fiskarínum nógv. Teir vilja rinda 2000 kr. av kostnaðinum.

 

Sørvingar siga seg hava 16 motorbátar og siga m.a., at nú eru teir heilt givnir at brúka árabátar. Sørvingar eru tilreiðar at rinda 3000 kr. av kostnaðinum.

 

Tað skuldu ganga 17 ár og fleiri broytingar til veruligt úrslit spurdist burtur úr fyrstu ætlanunum til havnarløg í Vágum frá 1909.

 

Størri ætlan í Miðvági

13. sept. 1909 kemur ein nýggj verkætlan fram í Miðvági, sum er nógv størri enn tann hjá Bruun verkfrøðingi. Nú er tað verkfrøðingurin Westergaard, sum hevur gjørt eina verkætlan til heilar 210.000 kr. í Miðvági. Nú er ætlanin at gera eina bátahavn á suðursíðuni í Miðvági og miðvingar vilja rinda 25.000 kr. av kostnaðinum. Í hesum sambandi skal nevnast, at í 1914 hevur hetta málið verið ígjøgnum Løgtingið og ríkismyndugleikarnar, og Løgtingið man hava tosa væl fyri sakini, tí í fyrstu atløgu er tað eydnast at fáa Ríkisdagin at rinda allar tær 210.000 kr. fyri havnarlagið í Miðvági. Tó er tann broytingin gjørt, at verkætlanin er flutt á norðursíðuna á Miðvági.

 

Miðvágs kei umleið 1950, ferðafólk á veg umborð á bátin til Havnar. Ovarlaga á havnalagnum sæst bussurin hjá Hjarvild Rasmussen í Sørvági standa.

 

Ein langur vegur at ganga

Í 1912 eru havnagerðirnar framvegis á tekniborðinum og tað verða tær í nógv ár fram yvir. 16. juli 1912 er skriv komið frá amtinum um havnagerðir í Vágum. Til pierin í Sørvági játtar Statskassin 9.600 kr. og skulu sørvingar rinda 2.400 kr. Prísurin er sostatt mettur til um 12.000 kr. og skal hægst vera 14.000 kr., verður sagt. Til havnagerðina í Miðvági skulu Miðvágur og Sandavágur nú rinda ein part av kostnaðinum, millum 25.000 og 28.000 kr., Miðvágur 64 % og Sandavágur 36 %.

 

Hin 7. november 1912 kemur fram, at Sandavágur ikki vil vera við í verkætlanini í Miðvági, sum nú er tekna av nýggjum av Jagd verkfrøðingi. Sandavágsmenn vilja hava gomlu upprunaligu verkætlanina hjá Palle Bruun verkfrøðingi í Sandavági til 23.000 kr.

 

26. november 1913 roynir kommunan í Vágum at reisa eitt lán, stórt 50.000 kr. til havnagerðirnar í Vágum. Lánið skal takast í Kreditforeningen for Laan til Kommuner i Danmark.

 

Á fundi hin 14. mai 1914 hendir tað, at pieranleggið í Sandavági verður endaliga slept til frama fyri verkætlanina í Miðvági. Sandavágsmenn siga, at fáa teir ikki pierin við Niklasarbakka, skulu teir als ongan pier hava. Og hetta passar forstandarskapinum væl, sum heldur vil hava verkætlanirnar í Miðvági og Sørvági framdar. Í hesum sambandi verður sagt, at miða verður ímóti at fáa pierin í Miðvági 135 metur langan. Og nú verkætlanin í Sandavági er slept verður mett, at hetta kann rinda fyri 16 metrum í Miðvági. Jagd verkfrøðingur verður biðin um at gera nýggja dagførda tekning.

 

Soleiðis sær pierurin í Sørvági út tey fyrstu árini. Lítil og til nærum onga nyttu, smb. skrivum frá forstandarskapinum. Tí vilja teir hava hann útbygdan skjótast tilber, soleiðis at ein verulig atløgusíðu fæst so skip kunnu leggja at. Men tað skulu ganga mong ár.

 

Ætlanirnar broyttar

29. mai 1914 verður ætlanin í Miðvági broytt einaferð enn. Fyrsta ætlanin á norðursíðuni var at byggja úti á Giljanesi, nú vilja teir hava pierin fluttan 100 metur longur inn móti bygdini. Og ein ætla motorbátahavn verður í fyrstu atløgu slept fyri at spara pening og at fáa pierin longur. Og tað verður endaliga úrslitið.

 

Í Sørvági verður havnarlagið eisini flutt. 9. juni 1914 hava 14 motorbátaeigarar og handilsmenn í Sørvági skriva forstandarskapinum skriv og vilja hava ætlaða pierin í Sørvági fluttan 40 metur longur út, tí hildið verður, at har úti er betur møguleiki seinni at gera eina motorbátahavn. Forstandarskapið tók undir við uppskotinum.

 

18. september 1914 hevur forstandarskapið fingið C.F. Lillelund verkfrøðing at dagføra tekningarnar í Sørvági og samstundis var ætlanin hjá Palle Bruun verkfrøðingi hjá Løgtinginum endaliga slept. “Vandbygningsdirektøren” hevur eisini givið sítt tilmælið til hesa nýggju ætlan og forstandarskapið heitir á hann, at standa fyri verkætlanini í Sørvági, tá tað ikki heldur seg sjálvt hava neyðuga førleikan.

 

Mynd frá havnagerðini í Miðvági í 1920-unum.

(Myndaeigari: Miðvágs Fornminnisfelag.)

 

Ognartøka av lendi

1. oktober 1914 verður tingast um verkætlanina í Miðvági hjá Lillelund verkfrøðingi. Komið er eftir, at neyðugt er at ognartaka 8700 kvadratmetur av jørð í hesum sambandi til byggiøkið og til innland fyri havnarlagnum. Lillelund hevur eisini mett um økið í Sørvági, sum neyðugt er í sambandið við verkætlanina har. Av stykkjunum í Miðvági, sum skulu ognartakast eru størstu eigararnir Susanne Marie Michelsen í Sandavági uml. 841 kvadratmetur. Jens Samuelsen, Skopun 280 kvdrm. og Nicolaj Simonsen í Miðvági, støddin á hansara stykki er ikki uppgivin. Lýsing verður sett í Dimmalætting um ognartøkuna. Tosa verður eisini um at ognartaka sand í Miðvági og Sørvági til arbeiðini, men hetta fáa teir seinni at vita frá amtmanninum, er ikki neyðugt.

 

9. nov. 1914 verður økið, sum skal ognartakst í Sørvági uppgivið, tað er uttangarðs í Úttriðingi. Í ein landsynning úr eini linju, sum gongur úr vestara enda úr bátaneystinum hjá Mourits Simonsen og til garðin á tí sonevndu Ytstutrøð og til rættina (rættin stóð áleið nakað omanfyri har havnarskrivstovan stendur í dag). Eitt neyst, sum Johan Elias Olsen, Ole Jacob Olsen, einkjan eftir Vensil Lauritsen og Niclas Niclasen eiga, øll úr Sørvági og eitt neyst, sum Heine A.V. Joensen handilsmaður í Sørvági eigur mugu takast burtur. Skotið var upp at seta prísin fyri hesi bæði neystini til 150 kr. pr. neyst. Økið uttangarðs var skotið upp at seta til 10 oyru pr. kvadratmetur. Um arbeiðið við spreingingini v.m. á nevnda økinum skuldi komið at verið tað tíðina tá grasið grør, verður skotið um at endurgjalda við 2 kr. pr. byrðu hoyggj, annað endurgjald verður ikki latið.

 

1. mars 1915 verður avgjørt at lata Poul Effersøe “overretssagfører” taka sær av málinum um ognartøkuna í Sørvági fyri kommununa, vegna tað, at eigararnir av neystunum og eigarar av einum traðarstykki hava mótmælt at prísurin er “láturliga lágt settur” sum t.d. N. Niclasen hevði tikið til.

 

Tekningin gjørd av Vandbygningsvæsenet í juni 1914, dýbdarmátingar og tekning av ætlaða pierinum í Sørvági og yvir økið, sum skal ognartakast. Smb. hesi tekningini er bert ætlan at ognartaka økið millum og innanfyri neystini. Tey bæði nærmastu neystini við pierin eru helst tey, sum seinni er avgjørt skulu ognartakst.

     Uttast á kortinum sæst bedingin til motorbátar og heimast m.a. Bíggjar Hansa pakkhús og niðanfyri tað Bíggjar Hansa brúgv (H.O. Jakobsen) og Búða pakkhús og niðanfyri tað Búðabrúgv (D.P. Thomsen).

 

Fyrri heimsbardagi kemur í vegin

Hin 10. mars 1915 verður skriva til amtið og sagt, at sakin við havnagerðunum í Vágum ynskist útsett vegna tað, at kostnaðurin á byggitilfarið er fleirfaldaður. Grundin er fyrri heimsbardagi, ið leikar á, 1914 – 18.

 

Vága sóknar kommuna verður avtikin í 1915, so havnagerðirnar verða gjørdar undir nýggju kommununum í Miðvági og í Sørvági.

 

Í stuttum kann sigast, at pierurin í Sørvági varð tikin í brúk um 1925/26 og var helst ikki heilt liðugur fyrr enn í 1928. Tað er danska felagið Fibiger & Villefrance, sum gerð arbeiðið. Stríð var við arbeiðstakaran um gjørda arbeiðið. Hin 20. nov. 1927 hevur forstandarskapið í Sørvági samtykti at føra í protokollina, at áðrenn forstandarskapið kann úttala seg um at gjalda, verður ynskt, at pierurin verður sýndur, tá mann ikki sær seg føran fyri at yvirtaka pieranleggið, sum tað sær út nú. Talan man vera um seinastu rokningarnar. Líkt er til, at kommunan ikki yvirtekur pierin fyrr enn í 1928, tí hin 1. apr. 1928 varð samtykt, at senda inn klagu til ministeriið um manglar við pierinum.

 

28. mai 1928 verður umsókn send til Løgtingið um at víðka um havnarlagið í Sørvági. Samtykt varð at søkja Løgtingið um, at pierurin verður longur út á 7 metra dýpi og at ein stutt atløgubryggja verður gjørd úti á endanum. 11 ár seinni, í 1939, er tað veruleiki.

 

Keldur: Gerðabøkur og skjøl hjá Vága sóknar kommunu.

Gerðabøkur og skjøl hjá Sørvágs kommunu.