Fyrilestur um skúla og skúlabygging í Sørvági u.l. 1832 - 1963, hildin á kvøldsetu 17. nov. 2007 í nýggju fimleikahøll skúlans við fullsettum sali av áhoyrarum, í smb. við at gamliskúli varð 120 ár og eldri parturin av nýggja skúla varð 50 ár hetta árið. Myndirnar her vístar og nakrar afturat vórðu vístar í Power Point framvísara í smb. við fyrilesturin.

 

Nakað av tilfarinum er dagført eitt sindur.

 


Skúli og skúlabygging í Sørvági

(upp til 1963)

Sonni Jacobsen

Hús í Sørvági brúkt til skúlastovu frá u.l. 1832

 

Í fólkateljingini 1834 stendur um eini hús í Sørvági: “Bruges for tiden til omgangsskolehold”

 

Upplýsingin úr fólkateljingini sigur okkum, at skúlahald er byrjað í Sørvági stutt eftir at skúlahald er byrjað í Miðvági, har fyrsti bygdaskúlin í Føroyum byrjaði í 1829. Ætlandi er henda skúlastovan í Sørvági frá u.l. 1832 ella har um. Helst er tað lærarin í Miðvági, Jørgen Frants Jacobsen, f. 1810, ættaður úr Havn, sum er ferðalærari í Sandavági og Sørvági eisini. Tað er ymiskt, ið bendir á tað.

 

Soleiðis sær Sørvágur út í 1834. Eingir vegir og ongar brúgvar, bert traðkaðar gøtur og løðasteinar at ganga eftir

 


 

 Frederik Poulsen

Fyrsti alment setti lærarin í Sørvági

 

Frederik Poulsen, sum livdi frá 1826 til 1875, og var ættaður úr Sandavági, er fyrsti alment setti lærarin vit við vissu vita um í Sørvági. Hann byrjaði at undirvísa í 1845, sama ár provisorisk reglement, ið er ein fyribils reglugerð um skúlahald, varð sett í gildi. 1845 – 47 undirvísir hann bara í Sørvági, men hin 17. februar 1847 varð hann av skúlastjórnini settur ferðalærari fyri bygdirnar Sørvág, Bø og Gásadal.

 

Frederik Poulsen kom tó ongantíð at undirvísa í Bø, tí har vildu foreldrini heldur undirvísa børnunum sjálvi og fingu loyvi til tað tí har vóru so fá børn. Hann undirvísti so í Sørvági og í Gásadali. 3 vikur í Sørvági og 1 viku í Gásadali hvønn mánað.

 

 

Lønin

 

Frá 1845 og til 1854, varð sonevndur “skúlaskattur” goldin og var tað 24 skillingar á mørkina. Í staðin fyri pening lótu sørvingar 4 lomb og 32 merkur í ull, og gásadalsmenn uml. 1 1/2 lamb og 12 merkur í ull. Annars fekk lærarin frítt uppihald, frían kost, torv og kontantan stuðul úr Statskassanum, 40 ríkisdálarar um árið.

 

 

 

Skúlastova “hjá Stoffa”

Árini 1848 til 1854 heldur Frederik Poulsen skúla í stovu, leiga í húsunum hjá Stoffa rópt.

 

 

 

 

 

 

Á myndini sæst á endan á húsunum Hjá Stoffa rópt.


 

Skúlin niðurlagdur í 1854

 

Stórur mótvilji var ímóti at rinda skúlaskattin, so stórur, at í 1854 kemur nýggj lóg í gildið, sum gevur foreldrunum loyvi at skipa teirra skúlaviðurskifti sjálvi. Í Sørvági verða børnini lærd heima heilt upp til 1880, tá løntur lærari aftur verður settur í starv.

 


 

Dunga Lisa

 

Út frá frásagnum er sagt, at Elisabeth Niclasdatter, Dunga Lisa rópt, sum livdi frá 1835 til 1914, og var ættað úr Hálvdanhúsi í Sørvági, skuldi hava nógv børn gangandi at lesa hjá sær. Tey skuldu lesa 3 ferðir um dagin og hon passaði væl upp á, at børnini lósu sínar lektiur. Hildið varð, at børnini vóru meira samvitskufull, um tað ikki vóru húsfólkini, sum lósu við teimum. Helst hevur hon fingið eina lítla samsýning fyri hetta arbeiði.

 


 

 

Vága sóknar kommuna 1873 – 1915

 

Í 1873 verður Vága sóknar kommuna sett á stovn. Vit hava tí frá 1873 og fram eftir betur skjalatilfar at byggja okkara søgu á.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Úr gerðabók hjá Vága sóknar kommunu

 


 

 

 

Sørvágur fær í 1880 sín fyrsta alment setta lærara síðan 1854

 

29. juni 1880 verður Elias Joensen, ættaður úr Bø, settur lærari í Sørvági – Bø – Gásadali. Lønin fyrstu tíðina er 224 kr. frívilligur stuðul, Naturaliur, 112 kr., Stats Kassin 200 kr., og frían búðstað.”

 

Íbúgvarnir høvdu frammanundan teknað seg fyri sjálvbodnum stuðli til hetta. So nú er hugsanin broytt. Hann er lærari í skúladøminum til 1901, tá hann flutti til Sandavágs at vera lærari.

 

 

 

 

 

 

 

Elias


 

Sørvágur fær sín fyrsta skúla

 

Í 1882 sendir forstandarskapið í Vágum, umvegis Løgtingi, umsókn um statsstuðul til ein nýggjan skúla í Sørvági. Í einum seinni skrivi fáa at vita, at í 1884 eru 40 skúlabørn í Sørvági og undirvísing er í eini roykstovu, sum tekur 20 børn. Í 1884 kemur játtan og sama ár verða 4000 kr. fluttar úr Statskassanum til byggingina og í 1885 koma 1484,89 kr. afturat.

 


 

 

Jóan Pauli Jacobsen (Jóan Pauli í Gomlustovu) bjóðar sær at byggja skúlan fyri statsstuðulin, 5.484 kr. Í eina langa tíð eru samráðingar við hann um at byggja skúlan. Fyrsta uppskotið hjá Jóan Paula er at byggja skúlan á Kelduni í Sørvági.

 

Sum skilst so eru sørvingar av eini ella aðrari grund ikki fegnir um hetta. Sagt verður, at ein meiriluti av sørvingum hevur søkt um at fáa skúlan bygdan úti á Lið (og tá tosa vit um økið á leið har Urmakarin er í dag). Trupulleikin er at eingin vegur er út á Lið og har vil Jóan Pauli ikki byggja. Hildið verður eisini, at skal skúli byggjast har má vegur gerast út hagar fyrst og tað eru ongir pengar til. Endin verður so tann, at kommunan sjálv letur skúlan byggja og hon velur Lítluegg sum byggistað. Og er tað har skúlin stendur í dag. Byrja varð at byggja skúlan í 1885 og hann stóð liðugur í 1887.

 

Jóan Pauli í Gomlustovu


 

Í 1887 er lýsing gjørd av skúlanum og verður tá nevnt, at hann varð liðugur tað summarið. Í lýsingini av skúlanum verðum m.a. nevnt at hann er laðaður upp av “kampesten”, er í 1 hædd og hevur flagtak. Har er 1 skúlastova og 1 læraraíbúð og lýst verður hvussu íbúðin er inrættað.

 

 

Á myndini frá u.l. 1894 er skúlin, sum sæst ovast til vinstur á myndini, bert 7 ár og sæst

úthúsið, sum varð bygtomanfyri skúlan í 1888, árið eftir at skúlin varð bygdur.

 

 

 

 

Kostnaðurin av byggingini fyri árini 1885-1888:

 

1885: 4.084,82

1886: 4.121,79

1887: 3.981,16

Í alt: 12.187,77 kr.

 

1888 úthús: 457,97 kr. (stóð omanfyri skúlan).

 

Í alt við úthúsið: 12.645,74 kr.

Av hesum er 5.484,89 kr. Statsstuðul.

 

Uppruna tekning av skúlanum. Skúlin hevði somu útsjónd á báðum síðum.

 

 

Pliktarbeiði

 

Umframt hetta so skuldi hvør maður millum 16 og 60 ár føra grót til skúlan sum pligtarbeiði. 4 steinar á uml. 1 alin kvdrat og 25 steinar á ca. 6 lispund hvør (t.e. 3 kg.) ella fleiri smærri.

 

Skitsa av skúlanum innan, sum skúlin sá út innan 40 tey fyrstu árini, heilt upp til 1927, tá

læraraíbúðin eisini verður gjørd til skúlastovu og skúlin sostatt fær 2 skúlastovur

 


 

Kirkja og skúli í gerð í senn

Í 1886 er nógv byggivirksemi í Sørvági. Gamla kirkjan var fallin í eini ódn um veturin og nýggj kirkja varð bygd upp aftur summarið 1886. Og hetta var samstundis sum arbeiði við skúlan var upp á tað hægsta.

 


 

Hans Marius Jacobsen (Kellurin) nýggjur lærari í Sørvági

 

Hin 1. november 1901 verður Hans Marius Jacobsen (1869 – 1944) fyribils settur sum lærari við Sørvágs og Bíggjar sókn. Tá hevði ongin skúlagongd verið í Sørvági í fleiri mánar vegna læraraloysi. 20. februar 1902, verður hann, smb. skrivi frá amtinum, settur í fast starv sum lærari í nevndu sóknum. Hann røkti starvið til á heysti 1916.

 

 

 

Hans Marius, konan Armgarð og eitt av børnum teirra

 

Ósemja um hvussu lærarin røkir starvið

 

Meðan Elias Joensen úr Bø røkti starvið sum lærari var ongantíð nøkur klaga um læraran, men tað sýnist sum at tað frá fyrsta degi H.M. Jacobsen ella Kellurin tekur við, er galið.

 

Skrivingin hjá forstandarskapinum komandi árini sýnir, at stórir trupulleikar vóru við læraranum. Skúlanevndin í Sørvági var ímóti at H.M. Jacobsen var settur lærari men at forstandarskapið setti hann kortini. Og hetta skuldi eisini vísa seg at vera ein vána avgerð. Í 1905 verður nevnt á forstandarafundi, at undirvísingin í Bø hevði verið ein viðfáningur síðan nýggi lærarin kom. Í Gásadali er skúli bert hildin í 3 dagar í 3 samfull ár. Í Sørvági klaga 27 foreldur um skúlaviðurskiftini og tey taka børnini úr skúlanum og nokta at gjalda sjálvbodnu læraralønina, tí lærarin ikki røkir starvið.

 

2. juli 1907 verður sagt at: “skolegangen i Sørvaag er saa godt som fuldstændig ophørt.”

 

Framvegis hin 24. juli 1915 stendur í gerðabókini: “Det synes at hvile en Taage over Skoleforholdene i Sørvaag idet at der er sket en Masse Udmeldelser fra Førstelærerens Timer uden at give nogen serlig Oplysning desangaaende.”

 


 

Tos um at útbyggja skúlan

 

Árini 1913 – 1916 verður nógv tosa um at byggja upp í skúlan vestur móti ánni, hetta tí barnatalið veksur. Søkt verður um loyvi til hetta og samráðingar eru í gongd um at keypa ella ognartaka grundstykkið og grundstykkið verður ognartikið. Í 1916 verður mælt til at bíða við byggingini til kríggið er liðugt (1. heimsbardagi), eftir tað er málið slept tí eingir pengar eru til tað.

 


 

Annarlærari settur í 1910

 

Upp til 1910 er bara ein lærari við skúlarnar í Sørvág og Bø. Í 1910 verður Niels Pauli Mohr settur sum 2. lærari í skúladøminum og røkir hann starvið sum annarlærari upp til 1915 í hesum skúlum saman við fyrstalæraranum. Hann hevði áður verið lærari í Mykinesi.

 

Í bókini um lærararnar í Føroyum stendur, at hann var lærari í Sørvági upp til 1914, men í skjølum hjá kommununi stendur, at hann vegna kommununa í 1915 hevur tingast við gásadalsmenn um skúlaskap, hetta tí børnini har bert fingu heimaundirvísing, so vit mugu halda at hann hevur verið lærari í Sørvági til 1915. Tað er eisini í 1915, at Malvina Clementsen verður sett sum lærarinna í hansara stað, tá hann gevst.

 

Niels Pauli flutti til Noregs eftir at hann var farin úr Sørvági. Meðan Niels Pauli er lærari í Sørvági og Bø er framvegis bara ein skúlastova í skúlanum í Sørvági og helvtin av skúlanum er íbúð hjá fyrstalæraranum.

Niels Paula Mohr eftir at hann var fluttur til Noregs

 

Niels Pauli búði til leigu inni hjá teimum í Nýggjustovu, meðan hann var lærari her og hann hevði skúlastovu Norðri í Beiti, har kommunan leigar stovuna til skúlastovu. Smb. skjølum frá hesi tíð eru har 5 skúlaborð við beinkjum, meðan tað í skúlastovuni í skúlanum eru 10 slík skúlaborð. 1 svørt talva er í hvørjari skúlastovu og kadettur til læraran umframt skúlabøkur og nøkur kort.

 

Niels Pauli Mohr stovnaði svimjifelag í Sørvági meðan hann var lærari her, “Víkingur” nevndist tað, felagið helt á í nøkur ár, men datt niðurfyri aftur nakað eftir at Niels Pauli var farin.

 

Sagt verður, at einaferð í fimmtiárunum var Niels Pauli Mohr komin heim úr Noregi og vitjaði tá í Sørvági í nakrar dagar. Í Nýggjustovu, har hann búði tá hann var lærari her, var stór veitsla hildin fyri honum, og nógv av bygdafólkinum var og heilsaði upp á hann.

 


 

 

27. august 1915 verður samtykt at seta Malvinu Clementsen sum annanlærara við skúlarnar í Sørvági og Bø. Hon er fyrsta lærarinnan í Sørvági. Hon røkir starvið til 1. apríl 1921. Frá 1918 bara í Sørvági.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Malvina Clementsen var væl dámd sum lærarinna


 

Vága sóknar kommuna dettur sundur í 1915

 

Hin 30. september 1915 varð Vága Sóknar Kommuna avtikin og eftir tað er tað so Sørvágs kommuna sum skipar skúlaviðurskiftini í Sørvági.

 


 

Sambandið millum skúlan í Bø og Sørvági verður upployst.

 

Á fundi í bygdaráðnum 29. september 1916 verður samtykt við 4 atkvøðum fyri, at slíta sambandið við skúlan í Bø. Grundin er at barnatalið í Sørvági er vaksi so nógv, at nokk er at gera í Sørvági hjá lærarunum. Slitið verður kortini ikki veruleiki fyrr enn í 1918.

 


 

D. Danielsen lærari settur í starv.

Daniel Danielsen, føddur1894, deyður 1980 og ættaður úr Kvívík, varð fyribils settur lærari við skúlarnar í Sørvági og Bø hin 1. oktober 1915. 1. mai 1916 verður hann settur sum skúlastjóri í skúladøminum. Frá 1918 – 1964 er hann skúlastjóri í Sørvági.

 

D. Danielsen sum lærari

Vit kunnu neyvan tosa um skúlasøguna í Sørvági, uttan at koma inn á D. Danielsen sum lærara. Í einum skrivi frá 1922 verður sagt, at kunnskapurin hjá børnunum í Sørvági er ikki niðanfyri tann hjá hinum bygdunum í oynni, kanska omanfyri.

 

Børnini møttu upp í skúla, tá D. Danielsen var lærari og lærarin møtti eisini sjálvur upp, tað sýna skjølini greitt, mótsett sum tá Kellurin var lærari. Men framferðin hjá D. Danielsen var tiltikin harðrend. Og tað prógva skjølini eisini. Í gerðabók og skjølum hjá kommununi eru fleiri klagur at finna frá foreldrum um harðliga framferð frá læraranum.

 

Í mai 1927 verður skriva til ein faðir at tvey av børnum hansara hava forsømt skúlan í longri tíð. Biðið verður um svar sama dag um hví hetta er so. Svara verður, at børnini eru tikin úr skúlanum tí tey vóru bard í skúlanum og høvdu skeinur á kroppinum eftir hetta, tá tey komu til hús. Eisini hevði lærarin nýtt ógvusligt málbrúk móti teimum.

 

Í oktober 1927 verður skrivað til henda mann, at smb. kongligari fyriskipan verða tygum ídømdur bót fyri at børn tygara hava forsømt skúlan í longri tíð. Bótin er 100 kr. Um hann beinanvegin sendir børnini aftur í skúla skal verða roynt at fáa bótina lækkaða. Endin varð at bótin varð uml. 45 kr. Nevnast kann at ein vanlig ársløn hjá fiskimanni tá liggur um 750 kr.

 

Sama ár verður sagt, at foreldrini at einari gentu hava tikið gentuna úr skúlanum í Sørvági, tí lærarin er farið so illa við henni. Tey høvdu sent gentuna til Miðvágs at ganga í skúla.

 

27. juli 1932 er fyri á fundi í kommununi, at ein faðir klagar um “mishandling” av soni hansara. Sakin endar fyri skúlastjórnini og forstandarskapið harmast um at lærarin hevur víst “ubehersket optræden” sum tað verður sagt. Lærarin fær átalu fyri sína framferð og heitt verður á hann um at nýta meira sinniliga framferð.

 

Í 1937 klagar ein mamma um at sonur hennara er bardur í skúlanum. Einki verður gjørt við málið. Árið eftir, 1938 klagar sama mamma aftur um, at sonurin er illa bardur í skúlanum. Hesaferð far hon svar frá kommununi og málið er viðgjørt á fundi. Lærarin hevur óivað fullan stuðul frá kommununi. Skriva verður til hesa mammuna: “Vit mugu átala, at tað frá foreldrunum ella frá aðrari síðu verða meinbogar lagdir í vegin fyri arbeiðinum hjá læraranum og at tað frá somu síðu verður givið høvi til at linka um disciplinina við skúlan.”

 


 

Edvard Olsen 2. lærari

 

Edvard Olsen, ættaður úr Sørvági var 2. lærari í Sørvági frá 1921 til 1926. Edvard var helst eldhugaður lærari og fekk gott skotsmál frá kommununi. 20. februar 1926 verður skrivað, at Edvard Olsen hevur í langa tíð gjørt arbeiði, sum er langt omanfyri hansara skyldur og hansara ásettu undirvísingartímar.

 

Men longu sama ár er vent í holuni. Hin 5. november 1926 skrivar Edvard Olsen til kommununa og sigur, at hann frá dags dato leggur starv sítt niður sum lærari við skúlan. Grundin er ein faðirskapssak móti honum. Umsóknin varð góðkend og samtykt varð at søkja eftir øðrum lærara í hansara stað.

 

Eftir tað starvaðist Edvard sum óðalsbøndi og jarðabrúkari í Sørvági.

 

Skúlabørn í Sørvágs skúla saman við Edvard Olsen lærara fyrst í 1920-unum

 


 

Jákup av skarði

 

Longu 2 dagar eftir at Edvard Olsen hevur lagt frá sær er í skrivið nevnt, at Jákup av Skarði frá 7. november 1926, er settur annarlærari við skúlan í Sørvági. Hann røkir starvið sum annarlærari við skúlan í til 1947.

 

Jákup av Skarði og konan Gigga

 


 

Vikarar

 

Nógvir vikarar hava verið í styttri tíð millum ár og dag, eisini árini frá byrjan og upp til u.l. 1957, sum her verður viðgjørt, og skulu allir ikki nevnast her. Tveir vikarar skulu nevnast, sum vóru eitt heilt ár hvør. Skúlaárið 1929/30 er Jacob Heinesen, vikarur og skúlaárið 1935/36 er Lena í Buð vikarur, Lena var ættað úr Sørvági.

 


 

Tingingar um at byggja læraraíbúð og at umbyggja skúlan

 

Í 1923 verður uppskot lagt fram um at byggja lærarahús. Grundin er at barnatalið er nú so stórt at pláss er ikki fyri børnunum í skúlanum. Tað ganga 120 børn í skúlanum, sum bert hevur eina skúlastovu og helvtin av skúlanum verður brúkt til læraraíbúð.

 

Ætlanin er at byggja lærarahús og at umbyggja skúlan so at hann allur verður nýttur til skúla. Staturin játtar 6000 kr. til hetta. Mett verður at byggingin kostar 28.000 kr. Tekning er til av hesum ætlaðu húsum.

 

Í 1925 gerst greitt, at kommunan ikki fíggjarliga megnar hesa byrðu. Í 1920-unum er kommunan nærmast á húsagangi, har eru eingir pengar uttan til at hava tað hægst neyðuga gangandi. Avgjørt verður, at taka eina stovu burtur av íbúðini hjá læraranum til skúlastovu afturat teirri gomlu og at rinda læraranum 80 kr. eyka um árið í samsýning fyri hetta.

 

Í november 1926 fær kommunan í boði at keypa húsini hjá Jóan Jacob Jacobsen timburmanni til lærarahús fyri 6000 kr. Eftir drúgva togan við Skúlastjórnina er endin tann, at húsini verða keypt hin 24. august 1927. Kommunurnar partur var 2000 kr. og statsstuðul 4000 kr.

 

Í 1927 fær skúlin tað útsjónd hann seinni hevði. Skúlin verður umbygdur innan og uttan og fær tvær skúlastovur. Gongd verður bygd omanfyri skúlan fram við allari ovaru síðuna av skúlanum, umframt ein minni durur (sum ein sær á myndini niðanfyri). Niðara síða verður  broytt soleiðis, at ístaðin fyri 4 vindeygu og hurð omaneftir, verða nú 6 vindeygu og eingin hurð.

 

Gamli skúli sæst framst á myndini, sum er frá fyrst í 1930-unum

 


 

Nýtt nátthús við skúlan

 

Gamla nátthúsið stóð omanfyri skúlan, men var at enda í so vánaligum standi, at tað varð mett at vera beinleiðis vandamikið. Í 1924 varð samtykt, at byggja nýtt nátthús vestanfyri skúlan. Men tað varð ikki bygt fyrr enn 15 ár seinni. Helst var tað peninganeyð, sum gjørdi tað. Petur Ola Joensen og Hans Niklái Weihe bygdu tað upp á tilboð fyri 550 kr.; smb. tilboðnum var byggitíðin januar og februar 1939.

 

Upp til 1941 er framvegis bara bukkur í nátthúsinum, sum tá helst hava verið í sera vánaligum standi. Í 1941 verða WC við útskoling ísett, eftir at D. Danielsen lærari fleiri ferð hevur skriva til kommununa og klaga um vánaligu saniteru viðurskiftini í nátthúsinum. Í brævi 16/3-1941 skrivar hann, at nýggja nátthúsið varð ongantíð gjørt heilt liðugt vegna fíggjarlig viðurskifti. Hann hevði vóna at nýggja forstandarskapið fekk hetta í rættlag og heitur inniliga á kommununa um at fáa WC við útskoling ísett og sigur m.a.: "Det skulde være unødigt for mig at underette Forstanderskabet om, hvor meningsløse, ja, dyriske, Toiletforholdene ved skolen er," og metir, at umframt heilsuvandan so hevur hetta niðurbrótandi og demoraliserandi ávirkan á skúlagongdina.

 


 

Skúlin fær elektriskt ljós

Seint í 1949 verður elektriskt ljós lagt inn í skúlan í Sørvági (gamla). Elveitingin kom frá elverkinum í bygdini, sum byrjaði at virka seint í 1948 og var í bygninginum, har kommunuskrivstovan er í dag.

 


 

Pola settur sum 2. lærari

 

Napoleon Nolsøe Petersen (Pola) verður settur sum 2. lærari í 1948 og røkir starvið til 1960. Eftir tað býr hann framvegis í Sørvági, men er lærari á Giljanesi.

 

Eftir 1956 økist talið av lærarum

 

Í 1956 verður Tórur Skaalum settur 3. lærari. Skúlaárið 1956/57undirvísti Skaalum í skúlastovu á elverkinum. Í 1958 verður Leif Nolsøe 4. lærarin og seinni økist talið enn meira. Í 1970 eru t.d. 9 lærarar og vikarar við skúlan og seinni fleiri aftur.

 


 

Nýggjur skúli, 1. byggistig 1957

 

Byggingin av nýggja skúla, sum vit róptu hann, er sera, sera væl dokumentera í skjølunum hjá kommununi. Alt tilfar, ið er keypt til skúlan er skjalfest og hvør arbeiðstími, koyring o.s.fr. Eg skal nevna eitt sindur úr rúgvuni av skjølum um gongdina við byggingini av 1. byggistigið í 1957.

 

Hin 14. august 1941 verður fyrstu ferð tosað um á kommunufundi, at kanna møguleikarnar fyri at byggja nýggjan skúla. Í 1941 er Hentsar Weihe bygdaráðsformaður. Undir krígnum vóru meira pengar millum fólk og sostatt eisini í kommunukassanum, tí tora teir helst nú at lufta einum slíkum tanka.

 

18. september 1944 eru kanningarnar komnar so langt, at skriv frá amtinum verður lagt fyri bygdaráðið, har amtið góðtekur økið, ætlanin er at byggja á. Men alt gekk ikki so skjótt tá í tíðini.

 

Í 1950 og 1951 var byggilendi til skúlan keypt. Tað kostaði 8.583 kr. 5 eigarar eru nevndir. Av teimum var Løðu Jógvan størsti eigari, hann átti nakað omanfyri helvtina av byggilendinum.

 

21. februar 1954 varð á fundi samtykt at fyrireika byggingina, grava burtur og planera fyri skúlanum uttanfyri Kirkjuánna.

 

24. mai 1954 varð á fundi samtykt at gera broytingar og gera skúlan eitt sindur størri enn upprunaliga ætla við at byggja tvær skúlastovur afturat í ytra enda.

 

6. mars 1955 varð samtykt at heita á verkfrøðingarnar, Lamhauge & Waagstein um at stakprosjektera og fáa endaliga tekning senda fram til myndugleikarnar og fáa góðkenning.

 

Mynd frá fyrst í 1950-unum. Millum kirkjuna og bæði húsini omanfyri,

á Kvíggjarheyggi rópt, liggur økið, har nýggi skúlin skal byggjast

 

12. november 1955 byrjaði útgrevsturin og varð skúlin liðugt útgrivin hin 20. apríl 1956.

 

Betongarbeiði byrjaði tann 17. apríl 1956 og alt stoypiarbeiði varð liðugt hin 24. juli 1957.

 

Frá 19. november 1956 til 2. september 1957 var Hanusará lokað inni.

 

Fimleikarhøllin varð útgrivin frá 9. mars 1957 til 27. apríl 1957. Viðmerkjast kann, at tað var tá teir funnu leivdir av víkingabúðstaði í Sørvági, sum Sverri Dahl fornfrøðingur og aðrir gróvu út og granskaðu. Tað seinkaði byggingini nakað, men ikki nógv, fornfrøðisligu kanningarnar og uppmátingarnar eru longu lidnar í 1957. Fimleikarhøllin varð liðugt gjørd í 1959.

 

Tekning av niðaru síðu av skúlanum og ovaru hædd innan. Fyrstu árini eru 4 skúlastovu og lærararúm

 

 Á myndini, sum er frá kongavirjanini í 1959, sæst arbeiðsskúrurin, sum stóð omanfyri skúlan meðan byggingin fór fram. Í 1963, tá flogferðslan byrjaði fór skúrurin niðan á flogvøllin at standa og brúkti flogfelagið hann tey fyrstu árini. Í nýggju fimleikahøllini, sum hómast uttast, varð veitsla hildin fyri kongi, drotning og tveimum av prinsessunum, sum vóru við foreldrunum, saman við innbodnum gestum

 

 

Vegurin omanfyri skúlan varð gjørdur frá 3. januar 1956 til 24. juni 1957.

 

Garðurin framvið vegnum omanfyri skúlan varð laðaður frá 9. apríl 1957 til 8. juli 1957.

 

Sum eitt dømi um smálutir kann eisini nevnast, at útstappaðu fuglarnir, 14 í tali, vórðu keyptir frá Niels í Botni í Nólsoy og teir kostaðu 368 kr. Umframt tað vóru 11 fuglar keyptir úr Danmark frá “Statens Naturvidenskablige Fordelingssentral”, hesir kostaðu 324 kr.

 

WC niðanfyri skúlan varð gjørt frá 25. oktober 1956 til 24. juni 1957.

 

Í 1960 varð WC bygningurin breiðkaður uml. 1 metur.

 

Til jørð og betongarbeiði fóru 23.903 tímar til eina miðal løn á 3,75 kr.

 

Timurarbeiði gjørdu Ísak Johansen, Kaj Johansen, Andreas V. Kruse (Willy) og Holgar Hansen, hetta var gjørt upp á tilboð, góðar 42.214 kr.

 

Alt í alt kostaði tað, sum varð gjørt við 1. byggistig við skúlan í november 1957 nágreiniliga 458.199 kr. Harav 135.199 kr. vóru  lønir.

 

Á bygdaráðsfundi hin 8. november 1957 legði bygdaráðsformaðurin Dánjal Niclasen fram uppskot um vígslu av nýggja skúlanum mánadagin tann 11. november 1957. Og varð hetta samtykt.

 


 

2. byggistig

 

Heilt stutt kann nevnast, at 2. byggistig av skúlanum, sum er móti Kirkjuánni, varð bygt um ein metur ella gott tað hægri enn 1. byggistig. Byggingin av 2. byggistig byrjaði 14. januar 1961 og varð liðug hin 6. apríl 1963 og varð tikin í brúk hin 18. apríl 1963.

 

Hetta byggistigið kostaði 494.556 kr.

 

1. og 2. byggistig kostaðu soleiðis tilsamans: 952.755 kr.

 

Teir eru farnir undir at pussa 2. byggistig uttan. Mogens Jacobsen,

Frits Jacobsen, múrarameistari og Jóan Pauli Samuelsen.

 

 

Støðutekning av skúlanum. Við reyðum er merkt 2. byggistig, sum varð tikið í brúk í 18/8-1963.

Annars er skúlagarður og wc niðanfyri skúlan

 


 

Framskygd skúlabygging

 

Eg haldi vit kunnu siga, at henda skúlabyggingin var rættuliga framskygd og eiga bygdaráðslimirnar sum sótu tá rós fyri tað. Hugsað var ikki bara um at gera nakrar skúlastovur og so var tað, tað. Nei, her var talan um at gera ein avgjørt nútímans skúla.

 

Tá skúlin varð fult útbygdur innan um 1963-64, var har fimleikahøll, køkur, framkomin stova til alisfrøði (fysik) og tilhoyrandi fyrilestrastova við audiotorium, so at allir næmingarnir sóu væl, í skúlanum var eisini bókasavn, smíðstóva og enntá ein moderna tannlæknastova.

 

So har var hugsa um allan tørv fyri undirvísing og røkt, kann ein siga. Í øllum førum var tað eitt ótrúliga langt lop úr gamlaskúla við tveimum skúlastovum og so yvir í henda hypomodernaða skúlan.

 

Ei undur í, at lærararnir tað fyrsta árið 57-58 serliga vóru sera eymir um skúlan. Loyvt var ikki at ganga á bonaðu gólvunum í skóm. Men tað bleiv kortini broytt nakað skjótt.

 

Soleiðis sá skúlin út frá 1963 til 1989, tá nýggi partur av skúlanum varð bygdur.

Henda myndin er frá 1970-unum. Skúlin varð altíð væl hildin og var, saman við

t.d. Sørvágs havn, ein stolleiki hjá bygdarfólkinum og hjá kommununi.

 


 

 

Keldur:

Gerðabøkur og skjøl hjá

    Vága sóknar kommunu

    Sørvágs kommunu

Fólkateljingin 1834

Myndir:

Sørvágs bygdarsavn