Vágaportalurin 15/11-2008

Flestu myndirnar eru settar inn seinni.

 


 

Vegagerðin Sørvág – Vatnsoyrar og Norð á Mýrar, 1920 - 1922

Sonni Jacobsen

 

 

Árini 1920 – 1922 er tað at stóra vegagerðin ferð fram hjá Sørvágs kommunu, har fyrsti veruligi koyrivegurin millum bygdir í Vágum verður gjørdur. Talan er um part av stórari vegaætlan millum Sørvág – Miðvág – Sandavág. Hvør bygdin gerð vegin innan sítt kommunumark. Her skal verða greitt eitt sindur frá hesum arbeiðinum hjá Sørvágs kommunu.

 

Úr Sørvági verður vegur gjørdur úr bygdini og sneiðingin, sokallaði Blindtarmurin, verður gjørdur og hagan niðan Traðarbrekku niðan til Haraldsatrøð. Samstundis verður ein vegateinur gjørdur Norð á Mýrar, heilir 2800 metur av vegi, norð móti Sundsgøtu. Hesir vegir verða gjørdir árini 1920 – 1921. Eftir at hesi vegarbeiði eru liðug verður seint í 1921 og árið 1922 vegurin úr Sørvági oman til Skjatlá gjørdur. Hví vegurin Norð á Mýrar verður gjørdur áðrenn vegurin úr Sørvági, er eingin beinleiðis frágreiðing um, men ætlandi er tað trupulleikin við ognartøku av øki innangarðs, sum er orsøkin.

 

Í tátíðar meting er samlaða arbeiði eitt kempuprosjekt, og so mátti alt gerast við hond.

 


 

Vegirnir gjørdir 1920 – 21 eru gjørdir yvir ca. tvey ár, frá byrjan av 1920 til endan av 1921.

Vegirnir gjørdir 1921 – 22 eru gjørdir yvir gott eitt ár, frá seint í 1921 til endan av 1922.

 


 

Væl dokumentera vegagerð

Fullfíggja fíggjarlig uppgerð yvir vegagerðina er til. Handskrivaður bóklingur, dagfestur 1. juli 1922, undirskrivað av Poul Nicolai Mouritsen, bygdaráðslimur, er løgd við roknskapin 1920/21 sum fylgiskjal nr. 46. Viðmerkjast kann, at uppgerðin skuldi av røttum ligið við roknskapinum 1921/22. Í bóklinginum er uppgerð yvir vegagerðina innangarðs niðan til garðarnar niðanfyri Haraldsatrøð. Uppgerð yvir vegagerðina norð gjøgnum Klovan, Norð á Mýrar og uppgerð yvir vegagerðina frá Haraldsatrøð niðan á Háls og oman til Skjatlá við Vatnsoyrar. Í listanum eru nevndir sera nógvir menn, eini 280 – 300; tað sær út til at kommunan hevur býtt arbeiði út “so kristiliga” sum til ber, so at allir hava fingið nakrar tímar. Tímatal og krónutal er nevnt fyri hvønn einstakan mann. Ætlast má, uttan at hava kanna tað nágreiniliga, at hvør arbeiðsførur maður í bygdini hevur verið við í hesum stórarbeiði og onkur uttanbygdarmaður sæst eisini at hava fingið nakrar dagslønir. Umframt nevnda bókling eru eisini mongd av upplýsingum í skjølum og gerðabók hjá kommununi viðv. hesum arbeiði.

 

Upprunaliga ætlanin var, at arbeiðið skuldi gerast soleiðis, at forstandarskapið bjóðar út arbeiðið fyri eina tímaløn á 75 oyru um tíman. Veruleikin gjørdist kortini tann, at vegurin innangarðs í Sørvági var í høvuðsheitum gjørdur fyri 70 oyru um tíman. Vegurin Sørvág – Skjatlá varð gjørdur fyri 65 oyru um tíman og vegurin Norð á Mýrar fyri 75 oyru um tíman. Hesin seinasti var eisini ringasti teinurin at gera.

 

Fyrsti vegur úr bygdini

29. desember 1896 varð samtykt av Vága sóknar kommunu, at leggja veg frá bygdini omanfyri dansistovuna (sum tá stóð við Pæturslið, stutt omanfyri har kommunuskrivstovan er nú) og niðan móti bøgørðunum við Haraldsatrøð. Formaður í sóknarnevndini í Sørvági og uppskotstillari er Mathias Jacobsen á Kelduni. Í 1897 verður vegurin gjørdur, einsporaður grúsvegur. Hetta var sokallað rossagøta, t.v.s. at tú kundi koyra eftir vegnum við rossavogni. Flutningur uttangarðs til og frá bygdini mátti tó antin berast á bakinum ella reiðast við klyvjarossum. Upprunaliga varð hesin vegur oftast róptur Kvíggjarvegur, tí hann gekk niðan á Kvíggj og eftir at “Statsvegurin” varð gjørdur, varð vegurin eisini ofta róptur Gamlivegur. Núverandi navnið er Varðagøta.

 

“Blindtarmurin” og “Statsvegurin”

20 ár eftir at fyrsti vegateinur er gjørdur úr bygdini, verður nýggj vegaføring prosjektera til Sørvágs og gongur vegurin nú niðan gjøgnum bygdina. Uppi í Beiti og omanfyri har sneiðir vegurin í norðan út móti Kirkjuánni, men sneiðir so við sokallaða “Blindtarmin” aftur í sunnan nakað væl áðrenn ánna og gongur omanfyri bygdina niðan móti Haraldsatrøð. Tað er danin A.I. Dyhr verkfrøðingur úr Løgstørd, sum í 1917 ella stutt áðrenn tað prosjekterar nýggja vegin, “Blindtarmin” og tað sum nú eitur Traðarbrekka og varð tað vegarbeiðið liðugt í 1921.

 


 

Sokallaði Blindtarmurin um 1930. Persónbilur hjá Hjarvil Rasmussen, Sørvági.

 


 

Eitt sindur av stríði var um vegaføringina. Hin 4. juni 1921 verður í skrivi til amtið sagt, vegna at klaga er komin frá Niclas Niclasen um vegaføringina, at Horn verkfrøðingur hevði upprunaliga gjørt eina vegaføring, men formaðurin heldur at vegaføringin hjá Dyhr er væl betur og krevur ikki at byggirgrundir verða ofraðar ella enntá gomul hús tikin niður, sum hin ætlanin hevði kraft, og verður hendan ætlanin tí bíligari. Eisini liggur henda vegaføringin soleiðis, at vegur kann gerast frá hesari og til Bíggjar og eisini til ætlaðu nýbygdina Akranes við Bø, har dyrkilendið er umbiðið. Vegagerðin er samtykt av tveimum forstandarskapum og ein nýggj kanning av málinum má tí haldast at vera púra nyttuleys og tíðarspilla. – Á hesi tíð varð nógv hugsa um at gera smáar nýggjar niðursetubygdir. At byggja á Akranesi varð sum kunnugt av ongum, men sama ár varð bygt á Vatnsoyrum.

  

Annars tók forstandarskapið sum heild væl undir við uppskotinum um vegagerðina og metir, at økið kann gerast byggiøki og at byggjast kann fram við vegnum. Og hetta bleiv jú eisini gjørt, tá vegurin var liðugur. Avgjørt verður hin 15. februar 1926, at ikki má byggjast nærri enn 6,5 metur frá ovaru síðu av vegnum, vegna møguliga seinni breiðkan av vegnum. Hesum atkvøddu Niklas Niclasen, Kristian Olsen og Jógvan Rasmussen fyri. Tí er hesin vegurin í dag tvísporaður, hóast at hann er so gamal. Neyvan vóru meira enn ein ella tveir bilar í oynni tá.

 

Til vegin frá bygdini og til Blindtarmin og hagan niðan til Haraldsatrøð vóru brúktir 5.931 tímar og kostaði hann 4.180,05 kr.

 

Brennivegurin, Norð á Mýrar

Hin 5. oktober 1920 var samtykt, eftir avtalu, at leggja vegin, sum Hans Olaus Jacobsen amtsverkfrøðingur hevur prosjektera frá gøtuni til Miðvágs móti norðuri til Sundsgøtu, 2800 metrar. Vegurin Norð á Mýrar verður gjørdur áðrenn vegurin Haraldsatrøð – Skjatlá. Tað sær út til at ein strong tíðarætlan var løgd, tí Amtið vildi hava vegin lidnan longu í 1921. Smb. skrivi til amtið 26. januar 1921 eru 1500 metrar gjørdir í 1920. 17. februar 1921 er sagt, at nú eru 1800 metrar gjørdir og miðskeiðis í apríl resta bert 600 metur í.

 


 

Norðri á Mýrum. Bilurin hjá Rudolf Joensen, Sørvági, við heimagjørdari

last, so hann eftir tørvi kundi vera lastbilur ella bussur.

 


 

Vegna misskiljing av játtaða stuðlinum verður seinni í 1921 biðið um loyvi at leingja freistina til 1922 og at gera tað seinasta strekkið av vegnum tá. Tað kemur nevniliga fram, at stuðul bert er játtaður til 1100 metur av hesi vegagerð. Útsetanin til 1922 verður játta og tá kemur statsstuðulin til alla vegagerðina eisini upp á pláss og hetta ger so, at vegurin kortini verður gjørdur liðugur í 1921.

 

Hesin vegur varð upprunaliga, smb. skjølunum og frásøgn, róptur “Brennivegurin” men er seinni róptur vegurin Norð á Mýrar. Líkt kundi verið til, at A.I. Dyhr verkfrøðingur upprunaliga hevði prosjektera allar vegaføringarnar, men H.O. Jacobsen amtsverkfrøðingur hevur prosjektera henda vegateinin av nýggjum í 1920, vegaføringin frá Haraldsatrøð og oman til Skjatlá verður árið eftir kortini gjørd eftir prosjekteringini hjá Dyhr.

 

Sundurgreina kostar vegagerðin Norð á Mýrar, 18.578,75 kr. og vegagerðin Sørvág – Vatnsoyrar tilsamans 10.432,95 kr.

 

Sum sæst kostar vegagerðin norð á Mýrar, 2800 metur, nærum tvífalt so nógv sum vegagerðin Sørvág – Vatnsoyrar. Grundin undir hesum er uttan iva lendi, at djúpari var niður á hellu við tað at vegurin gongur gjøgnum djúpar torvheiðar, og at tað tí hevur verið meira at grivið burtur og sostatt eisini meira at fylla upp aftur í tí vegagerðini. Eisini vóru her nógv meira gil at fara um, við tað at vegurin gongur tvørtur við fjallinum og sostatt er nógv eykaarbeiði av at gera innilokaðar rennur undir vegnum og enntá onkra lítla brúgv. Vegurin Sørvág – Vatnsoyrar gongur beint niðan brekku úr Sørvági niðan á Háls og oman brekku móti Sørvágsvatni og tí eru forholdsvís fá gil at fara um. Grundin til at vegurin Norð á Mýrar varð gjørdur, hóast høga kostnaðin og stóra meirarbeiði, var at her eru bestu torvheiðarnar í Sørvágs haga og at tær liggja rættuliga langt av leið frá bygdini. Tí hevði tað at fáa veg norður hagar stóran týdning.

 

Til vegin Norð á Mýrar ella norð til Sundsgøtu, sum sagt verður, vóru brúktir í alt  24.505 tímar og kostaði vegurin 18.578,75 kr.

 


 

Poul Niklái Mouritsen, Sørvági,

bygdaráðslimur, hevur

yvirumsjón við arbeiðinum

David J. Davidsen, Sørvági,

Lítli Dávur róptur,

var arbeiðsformaður

 


 

Við primitivum arbeiðstólum eru ca. 6 kilometrar av vegi, smærri og størri

brúgvar og mongd av innilokaðum rennum gjørd upp á umleið hálvttriðja ár.

 

 


 

Vegurin Sørvág - Vatnsoyrar

Eftir at vegurin innangarðs í Sørvági, Blindtarmurin – Haraldsatrøð og vegurin Norð á Mýrar eru lidnir, ella um at vera lidnir, verður fari undir vegagerðina Sørvág – Vatnsoyrar seint í 1921. Líkt kundi verið til, at fyrsta stutta stykkið av vegnum er gjørt uppi á Hálsi ella á Kvørnini í 1921, meðan tað í 1922 verður samtykt, at byrja arbeiðið í Djúpheiðum.

 

Hin 22. januar 1922 verður tingast um hvar byrjast skal í 1922 við vegagerðini, hetta vegna mótmæli frá N. Niclasen handilsmanni ímóti vegagerðini av Statsvegnum í Djúpheiðunum, eftir verkætlanini hjá A.I. Dyhr verkfrøðingi. Jógvan Rasmussen setti fram uppskot um at halda áfram við arbeiðinum, soleiðis sum tað longu er byrja frá “Mærkepæl No 111” og niðan gjøgnum Djúpheiðar til Hálsin og víðari til Skjatlá. Poul Niklái Mouritsen skjeyt upp at byrja frá Hálsinum og oman til Skjatlá. Hetta seinna fall, tá tað bert fekk eina atkvøðu. T.v.s. at hildið varð áfram við vegagerðini niðan gjøgnum Djúpheiðar og niðan á Háls og haðan oman móti Skjatlá.

 

Í apríl 1922 kemur nakað av stígi í arbeiði, við tað at ikki alt undirlendið til vegin eru fingið til vega við semju og má tí ognartøka til. Í gerðabókini 23. apríl 1922 stendur, at Poul Niklái Mouritsen atkvøddi fyri, at bíða við arbeiðinum frá Djúpheiðum og halda áfram við tí byrjaða arbeiðinum oman til Sørvágsvatn, eins og hann hevði skotið upp í januar, men heldur ikki hesaferð vann hetta frama. Fyri ikki at seinka arbeiði óneyðuga nógv verður avgjørt at arbeiða í teimum stykkjum, kommunan hevur fingið og bíða við hinum til ognartøkan er framd. Soleiðis verður vegurin niðan á Háls tíðliga í 1922 gjørdur í brotum. Amtið er áhuga í at fáa arbeiðini skjótt gjørd og tað ger helst sítt til, at tað gongur skjótt at avgreiða ognartøkurnar so at tær eru framdar í góðari tíð so arbeiði kann verða liðugt hetta sama árið.

 

Til hesa vegagerð vórðu í alt brúktir 9.540 tímar og kostaði hann 6.252,90 kr.

 


 

Koyrandi millum bygdirnar í 1924

Sjálvt um koyrandi var oman til Skjatlá í 1922, so varð ikki koyrandi til Miðvágs fyrr enn í 1924, við tað at brúgvin um Skjatlá ikki varð liðug fyrr enn tað árið. Og smb. roknskapunum vórðu seinastu snøklarnir í vegnum oman móti Vatnsoyrum helst ikki gjørdir lidnir fyrr enn í 1924 og komst hetta helst av, at koyrandi var ikki til Miðvágs tá kortini. Brúnna um Skjatlá gjørdu Miðvágs kommuna og Sørvágs kommuna í felag, við vanligum statsstuðuli, 1/4 av kostnaðinum. Tann brúgvin, sum var sera smøl, varð ikki nýtt til almenna samferðslu eftir kríggið, tá bretar gjørdu nýggja og nakað breiðari einsporaða brúgv um ánna.

 

Miðvingar longstu og truplastu vegagerðina

Grundin til at fast samband ikki varð við Miðvág longu í 1922 var, at miðvingar høvdu nógv longur og truplari veg at gera. Har skuldu gerast brúgvar og nógv gil innilokast á teininum úr Miðvági gjøgnum Líðina og til Vatnsoyrar. Fyri at fáa arbeiði skjótari liðugt gjørdu sandavágsmenn part av vegnum frá nakað áðrenn Vatnsoyrar og til Skjatlá, tí tá vóru teir lidnir við sínar vegagerðir innan kommunumark í Sandavági, sum vóru styttri enn tær hjá sørvingum og miðvingum.

 

Vatnavegurin

 


 

Stórt prosjekt og skjótt arbeiði

Til dagin í dag man vegagerðin Sørvág – Vatnsoyrar og Norð á Mýrar vera størsta einstaka prosjekt kommunan er farin undir og hevur fullført upp á so stutta tíð. Við primitivum arbeiðstólum, spakar, eyrhakkarar, hjólbørur, jarnstykkir, gróthamarar, borðar, krút og rossavognar, eru ca. 6 kilometrar av vegi, smærri og størri brúgvar og mongd av innilokaðum rennum gjørd upp á umleið hálvttriðja ár. Arbeiðsformaður hjá sørvingum var David Johan Davidsen, Lítli Dávur róptur, sum fær 125 oyru um tíman. Vegna kommununa hevði Poul Niklái Mouritsen bygdaráðslimur yvir umsjón við arbeiðinum og var sostatt eitt slag av verkstjóra.

 

Til alt arbeiðið vórðu tilsamans brúktir 39.976 tímar, í alt svarar hetta til umleið til 25 ársverk rokna í tímum. Útgoldnar eru 29.011,70 kr. Sum stuðul frá statinum vórðu endurgoldnar kommununi 7.196,75 kr. (ca. ¼), gjøgnum fútan, restina má kommunan fíggja í fyrst atløgu. Umroknað til vanliga tímaløn og til sama arbeiði hevði prísurin í dagsins krónum verið umleið 4,5 milliónir krónur, men hevði í dag helst kosta fleiri ferðir tað.

 

 

 

Keldur: Gerðabøkur og skjøl hjá Sørvágs kommunu.

 


 

Ein spákitúriur eftir "Kvarnavegnum" anno 2009

Myndir: Sonni Jacobsen