|
Heimasíðan hjá Sørvágs kommunu 18.01.2010 |
Tá gamliskúli skuldi byggjast út
Stykkið har nýggjur musikkskúli nú verður bygdur hevur sum so mangt
annað, sína søgu. Fyrsti partur av søguni ferð fram undir Vága sóknar
kommunu, sum var virkin fram til heystið 1915.
Gamliskúli í Sørvági stóð liðugt bygdur í 1887. Fyrstu mongu árini var
norðara helvt av skúlanum brúkt til skúlastovu, meðan sunnara helvtin
var nýtt til læraraíbúð og hevði skúlin bert ein lærara. Lærarin skuldi,
umframt at røkja skúlagangin í Sørvági, eisini røkja undirvísingina í Bø
og í Gásadali, hetta samstarv helt fram til 1918.
Í 1910 er barnatalið vaksi somikið, at ein lærari verður settur afturat
í skúladøminum og tvær skúlastovur vera í Sørvági. Afturat skúlastovuni
í skúlanum verður ein stova leiga og gjørd um til skúlastovu í húsunum
Norði í Beiti (kanska betur kend seinni sum húsini hjá Gretu Binu, ella
uppaftur seinni hjá Samelinu Lið.)
Nevnast kann m.a., at í skjølunum sæst, at 10 skúlaborð við beinkjum eru
í skúlanum meðan 5 slík eru Norð í Beiti. Hvør skúlastovan hevur eisini
eina talvu og eitt kadeter, nøkur blekkhús, lærubøkur og landakort.
Í 1912 verður hildið, at hetta við at leiga skúlastovu og leiga innivist
til annan læraran (hann búði tá til leigu í Nýggjustovu) ikki er nøkur
varandi loysn og at best er, at byggja skúlan út so at tvær skúlastovur
vera har og tvær læraraíbúðir.
28. september 1912 er fundur í
forstandarskapinum hildin heima við hús hjá sýslumanninum Sandavági. Á
fundinum verður samtykt at søkja um stuðul úr Løgtinginum at víðka um
skúlan í Sørvági við einari skúlastovu og einari læraraíbúð, vegna tað,
at tveir lærarar eru.
Stríð at fáa grundstykki
Á fundi í Miðvági 9. desember 1913, var samtykt at ognartaka eitt 11,30
m. langt og 7,55 m. breitt øki, sum Ole Poulsen og Helene Poulsen,
einkja eftir Rasmus Poulsen í Miðvági, eiga, at útbyggja skúlan í
Sørvági á. Nýggja skúlastovan skal so vítt møguligt standa liðug innan
1. november 1914.
5. januar 1914 verður skrivað til amtið viðvíkjandi ætlaða
grundstykkinum til skúlavíðkanina. Sagt verður, at eigararnir ikki vilja
selja og verður biðið um loyvi, at seta tveir óvildigar menn at meta um
prísin á stykkinum. 29. januar verður eisini skrivað til sorenskrivaran
um hetta sama.
Á
fundi í Miðvági hin 6. mars 1914 er m.a. til viðgerðar skriv, sum er
komið frá Poul Effersøe sakførara, sum hevði fingið fulltrúð frá
formanninum at møta vegna kommununa í sakini móti Marie Poulsen (einkja
eftir Ole Poulsen) og Helene Poulsen “paa Maanenstinget i Thorshavn” sum
tað verður sagt, har tveir óvildigir menn skuldu útnevnast, at meta um
grundstykkið til skúlavíðkanina.
Frágreiðing um gongdina í málinum
seinastu tíðina er eisini skrivað í fundarfrágeiðingina.
Marie Poulsen og Helene Poulsen hava nú reist pástand um, at kommunan hevur latið flag grava av stykki teirra og lagt grót á stykkið uttan loyvi. Forstandarskapið viðgongur, at kommunan hevur latið flag grava av stykkinum, men sera lítið, bert umleið 4 kvadratmetur, og hetta bert tí, at tað var neyðugt at bøta um takið á skúlanum, sum var rivið. Hetta var gjørt, tí mann gekk út frá at stykkið skuldi fella til skúlan.
Hvat grótinum viðvíkir hevur tað verið siður ikki at nokta, at grót liggur á annan mans stykki, tá grótarbeiði verður gjørt um veturin. Av grótinum, sum liggur á stykkinum eigur kommunan bert lítlan part. Eingin úr forstandarskapinum eigur nakað stykki, sum liggur uppat skúlanum.
Forstandarskapið hevur tikið avgerðina
um ognartøku, tí hildið verður, at hetta er til tað besta fyri
almenningin.
Skriv var longu sent eigarunum gjøgnum
sóknarprestin, og verður noktandi svarið frá eigarunum um sølu av
stykkinum lagt við í skrivinum, sum sendast skal til sakføraran.
Formaðurin hevur eisini spurt Helene
Poulsen munnliga um sølu, har fleiri vóru tilstaðar og segði, at hann
eisini skuldi spyrja Marie Poulsen. Til tað svaraði Helene Poulsen, at
tað als ikki hevði nytta nakað. Formaðurin bað hana so spyrja Marie
Poulsen sína vegna, og tað játtaði hon. Men svarið tær skrivliga góðu
presti váttar nóg greitt, at tær ikki vilja selja. (Viðmerkjast kann, at
prestur var formaður í skúlanevndini.)
Annars varð samtykt á fundinum, at
lata yvir til skúlanevndina í Sørvági og Bø um at bjóða út í licitatión
útbygging av skúlanum í Sørvági og nýbygging av skúla í Bø, tó undir
eftirlitið av forstandarskapinum.
Á fundi hin 14. mai 1914 verður umrødd umbøn frá Marie Poulsen og Helene
Poulsen úr Miðvági, um at gera og viðlíkahalda eitt stik frá hjallinum
við skúlan í Sørvági eftir markinum millum teirra stykki og ognina hjá
skúlanum. Forstandarskapið helt seg ikki hava skyldu til at áleggja
Sørvágs sókn at gera eitt slíkt stik.
Hetta skrivið frá eigarunum man helst
vera enn eitt tekin til kommununa um, at tær ikki eru sinnaðar at selja
stykkið og ikki ynskja ognartøkuna framda.
10. juli 1914 er skrivað til sorenskrivaran. Har verður sagt, at eftir
uppskotið frá sóknarnevndini í Sørvági, hevur forstandarskapið samtykt,
at ognartaka lendi til at byggja skúlastovu á í Sørvági. Hans Simonsen
og Ludvig Petersen úr Sandavági hava virðismett økið til 50 oyru pr.
kvadratmeturin. Hetta heldur forstandarskapið verða alt ov høgt mett. Tí
biður forstandarskapið sorinskrivaran útnevna 4 menn at gera eina nýggja
meting.
Helst hevur kommunan verið noydd at
góðtaka virðismetingina, tí vit síggja ikki í skjølunum um nakra aðra
virðismeting og árið eftir stendur viðmerkt í roknskapinum hjá tí nýggju
Sørvágs kommunu, at kommunan eigur eitt
jarðarstykki við
skúlan í Sørvági, ætla til nýggjan skúlabygning.
Útsetan av útbyggingini
28. mai 1915 verður skrivað til Svenning Rytter amtmann
(skúlastjórnina). Spurt verður um tað ikki hevði verið møguligt at
útsett byggingina av skúlastovuni í Sørvági til komandi ár.
- Helst verður hendan umsókn um
útsetilsi til komandi ár send, vegna ætlaða sundurbýti av Vága sóknar
kommunu sama heyst. Málið heldur fram undir
Sørvágs kommunu
Hin 8. februar 1916 var eykafundur í forstandarskapinum
í Sørvági, hildin heima við hús hjá formanninum Niclas Rasmussen.
Bygdaráðið í Sørvági var annars komið saman at taka sær av
fólkateljingslistunum fyri 1916. Á fundinum varð einmælt samtykt, at
útbjóða grótarbeiði til víðkanina av skúlanum.
Enn ein útseting av
útbyggingini
Bert tveir mánaðir seinni, hin 26. mai 1916, verður skriv sent
skúlastjórini, har sagt verður, at vegna tað, at tað hevur verið verri
og verri at fáa til vega neyðugt byggitilfar verður heitt á
skúlastjórnina um at fáa útsett skúlabyggingina í Sørvági “indtil
nuværende Krise er ophørt” (fyrri heimsbardagi 1914-18). So leingi
skúlastovan ikki er gjørd kann framvegis líknandi høli fáast til vega,
sum higartil hava verið brúkt.
- Undir fyrra heimsbaradaga var kommunan undir sera
tungum fíggjarligum trýsti vegna lóg um dýrtíðarstuðul til borgararnar,
sum neyðugt var at læna væl av peningi at fíggja. Um so byggitilfar
hevði fingist, hevði kommunan neyvan verið fíggjarliga før fyri nakrari
bygging hesi árini.
Útbygging endar við
umbygging
Í 1923 sær út til at ætlanin við at víðka um skúlan er
slept og nýggj ætlan er komin fram um at gera læraraíbúðina í skúlanum
um til skúlastovu og at byggja nýggj hús til 1. læraran. Sagt
verður, at nú eru 120 skúlabørn í Sørvági og
plássið er alt ov lítið. Staturin játtar 6000 kr. til verkætlanina. Mett
verður at nýggja skúlastovan og nýggju lærarahúsini fara at kosta 28.000
kr., kommunan skal so fíggja 22.000 kr.
Í 1925 gerst greitt, at kommunan ikki fíggjarliga
megnar hesa byrðu. Sum fylgja av lánibyrðuni undir fyrra heimsbardaga,
stórum lógarbundnum útreiðslum til sosialhjálp umframt áhaldandi
búskaparkreppu og lágum inntøkum, er kommunan í 1920-unum nærmast á
húsagangi, sama er galdandi fyri flest allar kommunur í landinum, har
eru eingir pengar uttan til at hava tað hægst neyðuga gangandi. Avgjørt
verður, at taka eina stovu burtur av íbúðini hjá læraranum til
skúlastovu afturat teirri gomlu og at rinda læraranum 80 kr. eyka um
árið í samsýning fyri hetta.
Í november 1926 fær kommunan í boði at keypa húsini hjá
Jóan Jacob Jacobsen timburmanni til lærarahús fyri 6000 kr. Hetta eru
eini rættuliga nýggj og góð hús og líkjast hartil rættuliga nógv teimum
húsum kommunan ætlaði at byggja, bæði í útsjónd og stødd, so hetta er
avgjørt eitt gott tilboð. Eftir drúgva togan við Skúlastjórnina er endin
tann, at húsini verða keypt hin 24. august 1927. Kommunurnar partur var
2000 kr. og statsstuðul 4000 kr.
Tá hetta er loyst og lærarin fluttur út úr skúlanum
verður farið undir at umbyggja læraraíbúðina til skúlastovu. Og annars
verður skúlin rættuliga nógv umbygdur innan sum uttan. Í 1927 eru
umbyggingin liðug og hevur skúlin nú tað útsjónd hann seinni hevur.
Skúlin hevur nú tvær javnt stórar skúlastovur. Gongd verður bygd
omanfyri skúlan fram við allari ovaru síðuni og ein minni durur er
bygdur miðskeiðis omanfyri longu gongina. Niðara síða verður broytt
soleiðis, at ístaðin fyri 4 vindeygu og hurð omaneftir, verða nú 6
vindeygu og eingin hurð. Skúlin verður brúktur til skúlabrúks upp til
endan av fimtiárunum, tá nýggjur skúli er bygdur uttanfyri Kirkjuánna.
Stykkið norðanfyri gamlaskúla hevur kortini øll árini frá 1914 verið ogn
hjá kommununi og varð nýtt til spælipláss við skúlan, so leingi skúlin
var í brúk.
|
| Keldur: Gerðabøkur og skjøl hjá Sørvágs kommunu. Myndir: Ovara: Sørvágs bygdarsavn. Niðara: Heimasíðan hjá Sørvágs skúla |