Stuttir upplýsingar
.View
this page in English.![]()
....
Okkurt um meg
Sonni Jacobsen, 19.2.1959, búsitandi í Sørvági. Sigldi við farmaskipinum Hólmur hjá Tradeline 4 ár miðskeiðis í sjeytiárunum, var eitt skifti í 1977 í Grønlandi, har eg sigldi við rækjutrolaranum Sisimiut. Í áttatiárunum sigldi eg við ymsum fiskiskipum, svartkjaftatrolarunum Giljanes (1980-86) og Raðhamar (1987) ísfiskatrolaranum Dalenni (1988-89). Havi verið til skips í 15 ár tilsamans. Frá byrjan av nítiárunum havi eg arbeitt á landi. Arbeitt á flakavirki, koyrt sjúkrabil í nøkur ár og havi eisini fingist nakað við at skrivað bøkur og eisini at seta bøkur upp til prentingar, bæði mínar egnu og fyri onnur.
Havi sett upp til prentingar bøkurnar:
"Greinar og Rit" (Sonni Jacobsen, Forlagið Ytstifjórðingur, 2000)
"Eitrandi blóð" (Sonni Jacobsen, Forlagið Ytstifjórðingur, 2003)
"Lukretia" (Einar Petersen, Forlagið Ytstifjórðingur, 2004)
"Metbókin 2005" (Sonni Jacobsen, Forlagið Føroya Met, 2005)
"SÍ 100 ár" (Erhard Jacobsen, Esbern Joensen, SÍ, 2005)
"Skakandi tilburðir" (John S. Myllhamar, Forlagið Føroya Met, 2006) - ein bók, sum gjørdist nr. 3 á metsølulistanum 2006.
"Orð títt er sannleikin" (John S. Myllhamar, lestrabók, 2006)
"Skakandi tilburðir II" (John S. Myllhamar, Forlagið Føroya Met, 2007)
"Skakandi tilburðir III" (John S. Myllhamar, Forlagið Føroya Met, 2008)
"Hamskifti" (Petur Pólson, yrkingasavn, 2008)
"Skakandi tilburðir IV" (John S. Myllhamar, Forlagið Føroya Met, 2009)
"Kringla" (Valdemar á Løgmansbø, yrkingasavn, 2009)
"Skakandi tilburðir V" (John S. Myllhamar, Forlagið Føroya Met, 2010)
"Í fyrstuni var orðið" (John S. Myllhamar, lestrabók, 2010)
"Vestanstevnuskráin 2010" (Sørvágs Ítróttarfelag / Sørvags Róðrarfelag, 2010)
"Konubitar" (07-Vestur Stuðlar, bakibók 2010)
" Musikkskúlin - Hátíðarhald 13. november 2010" (Sonni Jacobsen ritsjórna, Sørvágs kommuna, bóklingur, 2010)
" Tá ið vit missa ein kæran" (Fredrik Wisløff, týtt J.S. Myllhamar, Forlagið Føroya Met, 2011)
"Vestanfyri" (LasseS, útgáva Sørvágs kommuna, 2011)
Skrivligt virksemi
Frá 1990 skrivað kristnar greinar í bløðunum og eisini aðrar greinar.
1990 - 96 skrivað bygdarsøguna Sørvágur og sørvingar I og II.
Juni 1996 til februar 1997 skrivað skaldsøguna Myrkar nætur.
Mars 1997 til mars 1998 skrivað skaldsøguna Teir bláu.
Frá summarinum 98 til várið 1999 skrivað søguligu skaldsøguna Úr támi tíðarinnar.
Heystið og veturin 1999 skrivaði eg upp á eina skaldsøgu, sum ongantíð er útkomin.
Í 2000 kom út fyrsta føroyska Metbókin, sum eg havi skrivað fyri FS-Vágar, hon eitur Metbókin 2001.
Gav í 2000 út greinasavnið "Greinar og rit 1990-2000" har tær andaligu greinarnar eg havi skrivað í bløðunum
hetta tíðarskeiðið eru at finna.
Í 2003 kom út skaldsøgan Eitrandi blóð, hon varð skrivað veturin 2002/03.
Í 2004 skrivaði eg aðru føroysku metbókina, Metbókin 2005.
Í 2004-05 havi eg skrivað part av bók um Vága samferðslusøgu, har mín partur var Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines.
Hendan bókin er ikki útkomin enn, tí aðrir, sum skuldu skrivað til bókina, ikki enn eru lidnir við sín part.
Skrivað tilfar til bóklingin " Musikkskúlin - Hátíðarhald 13. november 2010"
Eri í holt við at skrivað meira um Sørvágs søgu, m.a. út frá gomlum skjølum hjá Sørvágs kommunu.
Ætlanin er at skrivað um "Vaagø Præstegjelds Fattigeforstanderskab 1855 - 1873"
"Vaagø Præstegjelds kommune 1874 - 1915"
og "Sørvágs kommunu" 1915 og upp til rímiliga nýggja tíð.
Higartil eru eini 1500 síður skirvaðar og meira legst afturat, so tað verður óivað stórt verk í fleiri bindum.
Sera umfatandi arbeiði so eg veit ikki heilt nær hetta verður liðugt.
Eitt undur og umskifti
Bleiv frelstur/trúgvandi tann 29.12.1989, har eg á ein kontantan hátt møtti Gudi og fekk eina staðfesting av tí æviga heiminum. Hetta upplivilsið kann best samanlíknast við tá Paulus møtti Jesusi á vegnum til Damaskus. Uttan aðra samanlíkning, so var mítt upplivilsi líka stórt og líka sterkt. Tí kann eg ikki annað enn trúgva, og tað hevur so merkt meg og alt tað eg havi fingist við síðan tá. Alt annað hevði gjørt meg ósannan, og eg ynski at vera sannur í tí eg fáist við.
Streingjakórið í Vágum
Sangur og tónleikur hevur altíð havt mín
áhuga. Havi sungið saman við Streingjakórinum
í Vágum síðan februar 1990. Her eru vit til
venjing í missiónshúsinum Libanon
í Sørvági har eg vanliga gangið til møtir.
Kristian Mikkelsen, sáli, ið eisini
var við í kórinum, tók hesa myndina í 1997.
Kórið varð tíverri niðurlagt í 2009, men alt hevur sína tíð.
Seinast dagførd 10.02.2011