Reglurnar hjá einum forseta
Triði forsetin í USA, Thomas Jefferson, var ein
ógvuliga klókur og klárthugsandi maður. Hansara mongu rit verða enn goymd
eins og dýrgripir. Tað eru 200 ár síðan hann livdi, men enn í dag verða
nýtt orðatøk úr hansara ritum, millum annað "aldri" reglurnar:
- Útset aldri til í morgin,
tað sum tú kanst gera í dag.
- Legg aldri tað yvir á annan, sum tú kanst gera
sjálvur.
- Nýt aldri pengar, fyrr enn tú eigur teir: við
øðrum orðum - fá tær aldri skuld.
- Keyp aldri nakað, bert tað er bíligt.
- Ver aldri hugmóðigur, tað kann skjótt gerast
dýrt fyri teg.
- Halt ongantíð, at tú hevur etið ov lítið.
Fleiri fólk doyggja av ováti enn av hunguri.
- Fuska ongantíð við einum arbeiði. Tað, sum er
gjørt við gleði, møðir ikki og er aldri keðiligt.
- Stúr ikki fyri nøkrum, sum
kanska aldri hendir; í níggju av tíggju førum hevur tú stúrt til
einkis.
- Tel upp í tíggju, um tú ert uppøstur - og upp í
hundrað um tú ert óður - áðrenn tú svarar.
- Noyð teg sjálvan at síggja alt frá tí góðu
síðuni, so vinnur tú bæði á tær sjálvum og tínum mótstøðumonnum.
- Skriva brøv, tá ið tú ert illur, um tú leggur
í. Men send tey ikki. Hugsað um tað til dagin eftir - og brenn so
brævið!
OK